Klárt at yvirtaka løgreglu og dómsvald longu næsta ár

Nú er glið av álvara komið á arbeiðið at yvirtaka bæði løgreglu og dómsvald. Fyrireikingirnar verða lidnar longu næsta ár, og tað er fleri ár frammanfyri upprunaligu tíðarætlanina

 

Fullveldið


Um eitt ár skal tað longu vera verða klárt at yvirtaka løgregluna og rættarskipanina á føroyskar hendur.

Hetta eru danska stjørnin og Føroya Landsstýrið samt um.

? Nú er glið av álvara komið á arbeiðið at fyrireika yvirtøkuna av løgregluni og rættarskipanini, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í sjálvstýrismálum.

Herfyri valdu danska stjórnin og føroyska stjórnin hvør sína nevnd av embætisfólkum at fyrireika yvirtøkuna.

? Tær báðar nevndirnar høvdu sín fyrsta fund mikudagin og tá var ein arbeiðsætlan og fundarætlan løgd fyri, hvussu arbeiðið skal fara fram hereftir.

Høgni Hoydal sigur, at eftir arbeiðsætlanini hjá nevndunum skulu fyrireikingarnar til yvirtøkuna vera lidnar við árslok næsta ár.

Tað, sum ætlanin er at yvirtaka, er løgregla, dómsvald, ákæruvald, kriminalforsorg og fongsulsverk.


Gingið strilti

Tað hevur annars gingið strilti at fáa gongd á hetta arbeiði.

Upprunaliga var ætlanin at yvirtaka løgregluna í hesum valskeiðnum.

? Men tað arbeiðið saboteraði danska stjórnin. Fyrst slapp løgreglan í Føroyum ikki at taka lut í fyrireikingararbeiðnum.

? Í aðru atløgu sýtti danski løgmálaráðharrin, sum tá var, Frank Jensen, fyri at taka lut í arbeiðnum og hann boygdi seg ikki, fyrrenn eg gjørdi honum greitt, at vildi stjórnin ikki taka samstarva í hesum máli, framdu vit yvirtøkuna av okkara eintingum.

Úrslitið varð so, at Føroya Landsstýrið og danska stjørnin settu hvør sína nevnd av embætisfólki at fyrireika yvirtøkuna.

? Avtalan við Frank Jensen var, at nevndin skuldi vera liðug við fyrireikingarnar longu við árslok næsta ár.

Síðani stjørnarskiftið í Danmark eftir fólkatingvsalið í november, hevur nývaldi danski forsætisráðharrin, Anders Fogh Rasmussen, váttað, at danska stjørnin er sinnað at taka lut í arbeiðnum at yvirtaka løgreglu og dómsvald, soleiðis sum avtalað er frammanundan.

Hetta er landsstýrismaðurin sjálvstýrismálum stak væl nøgdur við, tí tað eru fleiri ár frammanfyri tað upprunaligu tíðarætlanina.

? Eftir ætlanini, sum Løgtingið samtykti, skuldu fyrireikingarnar at yvirtaka rættarskipanin verða lidnar í 2004 og arbeiðið at yvirtaka løgregluna skuldi vera liðugt í 2006.

Høgni Hoydal sigur, at tað, sum er hent hesar seinastu mánaðirnar, er eitt stórt frambrot afturímóti tí, støðuni sum var fyri bara trimumn mánaðum síðani, tá ið danska stjørnin ikki vildi góðtaka nakað.


Ongar bindingar eftir

Landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum er avbera væl nøgdur við, at glið nú av álvara er komið á arbeiðið at yvirtaka løgreglu og dómsvald.

? Hesi bæði málsøkini eru nógv tær týdningarmiklastu umsitingarligu bindingarnar, sum enn eru ímillum føroyar og Danmark. Tá ið løgreglan og rættarskipanin eru yvirtikin, eru sostatt næstan ongar umsitingarligar bindingar efttir ímillum Føroyar og Danmark og tað er eitt stórt framstig fyri fullveldisætlanin, sigur Høgni Hoydal.


Útbúgva føroyingar

Í føroysku embætisnevndini er Rúni Joensen, stjóri á lógardeildini hjá Landsstýrinum, formaður, umframt bergur Berg, Ingun Eiriksdóttir, Eyðbjørn Larsen frá Lógardeildini, umframt Hans Trygvi Teirin og Bjørn á Heygum, sakførarar, og harafturat er Majken Johansen, sum eitt skifti var dómari í Føroyum við í nevndini. Seinasti nevndarlimurin er eitt umboð frá lønardeildini í Fíggjarmálastýrinum.

? Tað er fyri at tryggja okkum, at øll rættindi og allar avtalur, sum starvsfólkið hevur , eisini verða varðveitt í eini føroyskari skipan.

Høgni Hoydal sigur, at ein týðandi partur í sambandi við yvirtøkurnar, verður at læggja eina miðvísa ætlan fyri, hvussu føroyskir dómarar, ákærar o.s.fr., kunnu búgvast út, so at vit hava fólk at taka við hesum týdningarmiklu størvunum.

? Tað liggur eisini í kortunum, at í eini skiftistíð, skulu vit kunna keypa okkum serfrøði frá donsku stjørnini og í fyrstu atløgu kunnu tey, sum longu starvast í rættarskipini, eins væl virka undir eini føroyskari skipan sum undir eini danskari.

Tað, sum nú verður tosað um at yvirtaka av dómstólunum, er Føroya Rættur.

? Hinvegin er ætlaninin at skipa ein føroyskan Hægsta Rætt í somu løtu, sum fullveldið verður staðfest, so at vit hava tvær dómstólar í fullveldinum Føroyum.

? Men inntil fullveldið er sett í verk, er ætlanin at ætlanin at samstarva við donsku rættarskipanina, eins og nú verður gjørt, sigur Høgni Hoydal.

Tað verður mett, at tað fer at kosta góðar 60 milliónir at yvirtaka løgreglu og rættarskipan.