Í gjár komu Sveinur Høgnason og Atli S. Petersen til Hetlands á vatnskutarum sínum, tá klokkan var umleið hálvgum sjey. Men alt gekk eftir øllum at døma ikki eftir ætlan, tí teir løgdu nevniliga at landi í Hetlandi góðar sjey tímar seinni, enn teir upprunaliga ætlaðu.
Umframt hetta mistu avvarðandi alt samband við teir báðar um hálvgum seks, og tískil setti MRCC-bjargingarstøðin í Føroyum stór fyrireikingartiltøk í verk.
- Vit komu í eina óttastøðu og máttu tí fyrireika okkum til bjargingartiltøk, sigur Djóni Weihe, leiðari á MRCC-bjargingarstøðini í Havn.
Fyrireikaðu alt
MRCC-støðin setti seg í samband við Shetland Coast Guard, sum sendi boð til allar bátar og skip har um leiðir at hava vakin eygu, og samband var eisini við oljuplatform, sum skuldi hava trý hjálparskip tøk.
Umframt hetta vóru føroysku og hetlendsku bjargingartyrlurnar til reiðar til fráferð, og sostatt kann ikki sigast annað, enn at øll orka varð løgd í fyrireikingarnar at bjarga teimum báðum føroyingunum, um hetta skuldi verið neyðugt.
Men klokkan 18.24 varð staðfest, at teir vóru komnir til Hetlands, sjey tímar seinni enn ætlað. John Vilhelmsen boðaði frá hesum, og skuldi hann verið triði maðurin á aldunum til Hetlands, men við tað at vatnskutari hansara hevur fingið skaða, mátti hann vera eftir í Føroyum.
- Ikki havt samband við nakran
Leiðarin á MRCC-bjargingarstøðini, Djóni Weihe, vísir á, at talan er um ábyrgdarleysan atburð.
- Teir hava ikki havt samband við okkum áðrenn teir fóru, og tað er avgjørt neyðugt, tá talan er um slíkt vágaverk. Teir hava ikki verið nóg mikið at sær komnir, tí teir voldu jú mikið høvuðbrýggj hósdagin, tá eitt heilt maskinaríð varð sett í gongd vegna vantandi sambandi, sigur Djóni Weihe.
Hann vísir víðari á, at hann ikki ynskir at oyðileggja nakað fyri ævintýrararnar á vatnskutarunum, men eftirlýsir heldur ábyrgdarfullari atburð, so trygdin verður í hásæti.
- Tá t.d. tyrlur eru á flog, er samband fimtanda hvønn minutt, so vitast kann, um alt gongur eftir ætlan. Men í hesum føri hevur talan als ikki verið um nakað samband ella nakra fráboðan, og tað er ábyrgdarleyst, sigur Djóni Weihe.
Stórar útreiðslur
Tá skip, bátar, tyrlur, ojuplatformar og bjargingarmanningar fáa fráboðan um at seta bjargingartiltøk í verk, er talan sambært Djóna Weihe um stórar útreiðslur.
- Vit tosa ikki um smápening, tá skip í arbeiði fáa boð um at steðga við arbeiðnum til frama fyri tveir førarar á vatnskutarum, tí hvør tími er sjálvsagt sera kostnaðarmikil hjá slíkum skipum, sigur Djóni Weihe. Umframt hetta er talan um nógvar arbeiðstímar hjá øllum bjargingarmanningum, og er hetta eisini ein orsøk at vísa størri virðing, ábyrgd og skynsemi.
Mæla til fráboðan og samstarv
Á NRCC-bjargingarstøðini verður harafturímóti mælt til, at fráboðanarviðurskiftini eru í ordan, tá líknandi er á skránni.
- Til frama fyri trygdina er okkara áheitan, at sagt verður frá, tá frítíðarbátar, smábátar, vatnskutarar o.s.fr. leggja frá landi, tí tað ger arbeiðið nógv lættari fyri okkum, umframt at trygdin er í ordan, slær Djóni Weihe fast. Hann eftirlýsir tættari samstarv og samskifti millum bjargingarstøðina og manningar á sjónum, og tað hevur talan eftir øllum at døma ikki verið um í hesum føri.
- Tað er ábyrgd okkara at vera til reiðar, tá okkurt er áfatt, líkamikið um talan er um óamannaverk ella ikki, og tískil hevði verið ynskiligt, um fólk høvdu hugsað seg betri um og boða frá, tá ætlanir sum hesar eru á skránni, sigur ein avgjørdur Djóni Weihe.
Hvussu er og ikki, so settu Atli S. Petersen og Sveinur Høgnason alla MRCC manningina í fyrireikingarstøðu, meðan stórur partur av skipaflotanum í Norðuratlantshavi millum Føroyar og Hetland fekk boð um møguligt leitingararbeiði. Til alla lukku komu viðurskiftini í rætt lag, áðrenn hetta hendi...