Yrkisdreymur
Ingi Højsted má á ongan hátt avdúka sína ?kriminellu? fortíð sum United fan, tá hann í juli mánaði í ár byrjar sum sáttmálabundin yrkisleikari í Arsenal. Í Arsenal er Manchester United nevniliga eitt bannað orð, við tað at Arsenal seinastu árini, undantikið 1998, hevur staðið í skugganum av Manchester United. Bæði í Europa og í ensku Premier League.
Men Ingi sigur sjálvandi, at Arsenal er eins gott og Manchester United, bert felagið er eitt stórt felag.
Einasti út av 1500
Í Arsenal eru hagtøl viðvíkjandi ungum leikarum júst gjørd, sum siga, at fyri hvørjar 1500 leikarar, sum royndarvenja við felagnum, er bert ein, sum fær sáttmála.
Ingi Højsted er sostatt einasti av øllum teimum 1500, sum hevur fingið sáttmála, og tað sigur ikki so lítið um evnini hjá Inga sum fótbóltsleikara. Ingi sigur, at Arsenal nú hyggur meiri eftir ungum leikarum í Norðurlondum, og at teir fyri stuttum hava skrivað sáttmála við ungan svia. Eftir teir báðar er bert ein annar skandinavi undir 23 ár, og er tað ein dani.
Venjararnir ikki hvørjir sum helst
Ingi Højsted fer í juli í summar til Arsenal, og skal hann beinanvegin í eldin. U-17 liðið hjá Arsenal hevur nevniliga boðið Inga við til eina kapping í Fraklandi, og hetta verður fyrstu ferð, at Ingi sum Arsenal leikari spælir dyst við nýggja felagi sínum.
Ungdómsvenjarin í Arsenal og venjarin hjá Inga Højsted, er ikki hvør sum helst. Hann eitur Liam Brady, og hevur hann sum yrkisleikari spælt við italska stórfelagnum Inter og Arsenal, samstundis sum hann var ein sera týdningarmikil leikari fyri írska landsliðið. Tað er Liam Brady, sum hevur havt eyguni við Inga og avgjørt, at hann skal hava sáttmála frá Arsenal, og hyggja vit at fortíð hansara í fótbólti, veit maðurin, hvat hann keypir. Hetta sigur heldur ikki so lítið um Inga sum fótbóltsleikara, við tað at ein og hvør fær ikki bjóða sáttmála frá so stórum felagi.
Tað, sum rópt verður ?headcoach? í Arsenal, er heldur ikki hvør sum helst. Maðurin eitur Don Howe, og var hann enskur landsliðsvenjari í 1982. Sostatt hevur Ingi gott fólk kring seg, sum vita, hvat skal til fyri at gera hann til eina komandi stjørnu.
Tá vit spyrja Inga, um hann væntar at leingja um sáttmála sín eftir trý ár, sigur Ingi, at um tað gongur væl, væntar hann, at Arsenal eru sinnaðir at leingja um sáttmálan.
Venjing tvær ferðir um dagin
Ingi Højsted skal venja tvær ferðir um dagin í Arsenal, meðan hann samstundis skal ganga í skúla. Mikudagur verður skúladagur hjá Inga, og eisini verða hann og aðrir undirvístir í, hvat tað er at vera yrkisleikari, har lært verður um kroppin o.s.fr.
Ingi stendur sostatt ikki á berum, um tað ikki skuldi gingið til vildar hjá honum. Venjing tvær ferðir um dagin er krevjandi, og Ingi sigur, at hetta verður hart, men at hann er sinnaður at arbeiða hart, eins og hann hevur gjørt. Ingi hevur vant nógv sjálvur, og hart arbeiði einsamallur hevur givið úrslit.
Hevur prátað við Keown
Ein av týdningarmiklastu leikarunum á besta liðnum hjá Arsenal og á enska landsliðnum, er verjuleikarin Martin Keown. Ingi hevur longu fingið sær eitt fótbóltsprát við Martin Keown, meðan hann ikki hevur heilsa uppá sjálvan venjaran á Premier League liðnum, fraklendingin Arsene Wenger. Vónandi hevur Keown givið Inga nøkur góð ráð, sum hann tekur til eftirtektar.
Ingi kemur ongantíð at hótta Keown um fast pláss á liðnum, við tað at Keown væntandi er givin, tá Ingi kemur til, men frá juli kunnu stjørnur á miðvøllinum sum Parlour, Ljungberg, Lauren, Viera og Pires ikki kenna seg tryggar longur, tí nýggja stjørnuskoti Højsted er á veg......