eru ikki nógv børn fødd í ár. Talið av føddum á lívi er eisini minkað tey seinastu fýra árini. Í 1996 vóru tey 695 í tali, í 1997 vóru 676, í 1998 vóru 641 og í fjør vóru 632 børn fødd á lívi. Síðan 1996 [...] meðan hini árini í nítiárunum hevur hann ligið ímillum 1,1 promillu í 1990 og 6,2 promillu í 1998. Eitt barn doyði innan ta fyrstu livivikuna í fjør. Føðifráboðanirnar siga, at jarðarmøðurnar í 1999 høvdu 620 [...] sjúkrahúsunum vórðu í fjør 48 fosturtøkur framdar í Føroyum. Ein á Suðuroyar Sjúkrahúsi og hinar 47 á Landssjúkrahúsinum. Hetta eru tríggjar fleiri enn í 1998 og 26 fleiri enn í 1997. Í 1990 var talið av
fyri, meðan hon sat í varðhaldi. Angammal og Guruviah vórðu handtikin í juli 1998, tí illgruni var um, at tey høvdu tikið ímóti tjóvagóðsi. Løgreglan kom til hús teirra í Madurei økinum í Tamil Nadu, um náttina [...] tilburðin. Í januar 1999 gav landspartastjórnin í Tamil Natu Angammal 200.000 ruplar (40.000 krónur) sum endurgjald fyri deyða Guruviah. At fólk í varðhaldinum heldur áfram at vera vanligt í øllum indiskum [...] Guruviah svímaði. Inni aftur á støðini vórðu hjúnini hongd í ein enda úr loftinum og bukaði. Tá Angammal varð tikin niður, varð hon blakað í gólvið, framvegis nakin. Guruviah fekk at vita, at Angammal
hevur búð í gamla býlinginum í Havnini so at siga ævina alla. Kom at kenna Luffu fyri tólv árum síðani, tá vit gjørdust grannar í Gongini. Tá høvdu Luffa og maðurin, Harald, bæði blómuhandilin í Knútsstovu [...] arbeiða. Honum dámdi so væl í Føroyum, at tey vórðu verandi. ? Eg tímdi ikki at vera her. Tað var Harald, sum treivst so væl her, hevur Luffa so ofta greitt frá. Harald doyði í 1991. Tað var tað blíða, lætta [...] kioskina, sum fyri kortum lat aftur - upp fyrst í tríatiárunum, haldi hon segði í 33. Hon greiddi mær eisini frá stórhendingini, tá fyrsti bilurin kom til landið í 1922. Hann kom við DFDS-skipinum Island. N
vælkomin, og tók væl ímóti okkum. Nú hon doyði, var hon limur í samstarvsnevndini á skúlanum, og har hevur hon verið fastur limur í fleiri ár. Í lærararáðnum var hon í fleiri umførum formaður, og altíð ein [...] aktiv sum altíð, áhugað í skúlanum, og nú er hon burtur. Hon hevur verið meira enn 30 ár á skúlanum, og gjørt eitt stórt arbeiði, bæði í undirvísingini, og eisini í lærarahøpi og í næmingahøpi. Øll vit, [...] fóru á námsferð útlendis, var hon altíð til reiðar at fara við. Í ár var hon við ikki minni enn tvær ferðir. Síðsta ferðin við næmingum var nú í august til Hetlands at kanna oljuvinnuna har. Hesin túrurin
Í dag er 1. november, allahalganna dagur og tað er minningardagur teirra sjólætnu. Sum gamalt er, verða minningarhald kring alt landið í dag, bæði í kirkjum og við minnisvarðar yvir tey sjólætnu. Fáar [...] november í fjør, eru seks føroyingar deyðir á sjónum. Tey eru: Frans Jacobsen úr Norðragøtu, 74 ára gamal, fórst við Dabba á Gøtuvík. 5. november í fjør. Kim Holm av Tvøroyri, 32 ára gamal, búsitandi í Grønlandi [...] gekk burtur við báti í Grønlandi 13. Apríl. Benjamin Clementsen á Sandi, 45 ára gamal, doyði við norska bátinum Persfjord 8. mai. Heri Mellemgaard úr Klaksvík, 34 ára gamal, búsitandi í Sønderborg, sló út
druknaður á Hovsvøtnum í 1992 Páll Magnussen, 63 ár, druknaður í 1993 Napoleon Vestergaard, 70 ár, doyði umborð á South Island í 1996 Oddur Agustinussen, 60 ár, doyði umborð á Sancy í 1999 [...] Hovgard, 36 ára gamal, doyði umborð á Kyrjasteini í 1979 Pauli Báralíð, 50 ár, druknaði á Vágsfirði í 1983 Jørgen M. Olsen, 71 ár, druknaði á Vágsfirði í 1984 Harry Strøm, 61 ár, doyði umborð á vaktarskipinum [...] Tjaldrinum, í 1987 Tórur Vilhelm, 45 ár, hvarv um ársskiftið 1987-1988 Niels Midjord, 38 ár doyði umborð á norska bátinum Senior í 1991 Mortan Múller, 72 ár, doyði umborð á norska bátinum, Atlantic, í 1992 Willy
setti seg á ein stól at roykja og doyði, í bestu árum. Hasin dummi hundurin! Veruliga góðar filmar sært tú ikki í Føroyum. Tí eingin sýnir teir. Ein í Havnar Bio segði í Útvarpinum einaferð, at hesir filmarnir [...] gera. Kjarnin í einum góðum filmi er ein góð søga. Einki annað. Er søgan í filminum ikki góð, er filmurin einki verdur, sama hvussu nógv, hann kostaði at gera. Sama, um hann verður ballaður í skreyt og tøknilig [...] fer at vísa í vetur, eru ikki teir bestu, filmslistarliga. Teir filmarnir verða ikki gjrødir í Norðurlondum. Okkurt undantak er. Men tað er ikki á hesari skránni hjá »Klippi«. Filmarnir í filmsfelagnum
varð tikið í brúk í januar 1935. Tað varð bygt við tí tilfari, sum tá var at fáa, og eitt nú bjálving varð als ikki hugsað um. Paulivar Johansen, formaður í Haldarsvíkar Avhaldsfelag, sigur, at í dag var [...] , at í summar var basarur í Vík. Inntøkan var umleið 150.000,- krónur, og bara 10% fóru av aftur til útreiðslur. Til dømis fekk felagið 13 lomb fyri einki at luta burtur. Hann nevnir eisini, at í grannabygini [...] tað varð alt ov dýrt at hita húsið. Oljan fór beinleiðis út í luftina, og tað bar ikki til. Tí varð farið undir hesa stóru umvælingina, sum í høvuðsheitinum fatar um bjálving innan, nýggj vindeygu og nýggjan
Kallsberg løgmaður, red.) Drotning var savnandi persónurin í danska kongahúsinum, eisini eftir at hansara hátygn Fríðrikur kongur doyði fyrst í sjeytiárunum. Hon hevði stóran kærleika til familjuna og hevði [...] Kongshúsið Jústinus Leivsson Eidesgaard Men í seinastu viku, tók heilsan rættuliga at bila og týsdagin viknaði hon burtur í einki og andaðist. Hon visti til sín tað seinasta. Úr Føroyum hevur løgmaður [...] var nógv upptikin av at umboða Danmark. Drotning Ingrid hevur fleiri ferðir vitjað í Føroyum. Drotningin fer til gravar í Roskilde dómkirkju komandi hósdag 14. november klokkan 13:50. og Føroyar verða helst
árini hevur hann t. d. verið limur í Líkningarnevndini fyri Fólkaflokkin í mong ár, er virkin í Lionsfelagsskapinum og hann er fastur fúsur, tá føroyskur dansur er í Hornahúsinum. Føðingardagin hevði Haldor [...] tann einasti, sum eftir er í tí gomlu høvuðsgøtuni í Havn - og tað má sigast at vera ein serligur hugni at koma inn í handilin hjá Haldori. Sjálvur er hann miðdepulin - keypmaðurin, sum ger alt fyri kundan [...] víðari. Men hetta fekk ein bráðan enda, tá móðurin brádliga doyði, og Haldor tí vendi heimaftur at taka við leiðsluni av tí stóra handlinum í Bringsnargøtu. Foreldur hansara vóru Katrina, fødd Petersen