Í dag er 1. november, allahalganna dagur og tað er minningardagur teirra sjólætnu. Sum gamalt er, verða minningarhald kring alt landið í dag, bæði í kirkjum og við minnisvarðar yvir tey sjólætnu.
Fáar tjóðir hava so nógv samband við sjógvin sum føroyingar og hvørt ár er tað tíverri eisini so, at havið ikki bara gevur- tað krevur eisini sítt.
Hetta seinasta árið, síðani 1. november í fjør, eru seks føroyingar deyðir á sjónum.
Tey eru:
Frans Jacobsen úr Norðragøtu, 74 ára gamal, fórst við Dabba á Gøtuvík. 5. november í fjør.
Kim Holm av Tvøroyri, 32 ára gamal, búsitandi í Grønlandi, gekk burtur við báti í Grønlandi 13. Apríl.
Benjamin Clementsen á Sandi, 45 ára gamal, doyði við norska bátinum Persfjord 8. mai.
Heri Mellemgaard úr Klaksvík, 34 ára gamal, búsitandi í Sønderborg, sló út av Norðborg 19. mai
Arnbjørn R.Thomsen úr Havn, 59 ára gamal, doyði í eini kavaravanlukku á Kaldbaksfirði 8. juli
Óli Justinussen úr Árnafirði, 35 ára gamal, druknaði 11. September, hann var við Fugloyinginum