Kongshúsið
Jústinus Leivsson Eidesgaard
Men í seinastu viku, tók heilsan rættuliga at bila og týsdagin viknaði hon burtur í einki og andaðist. Hon visti til sín tað seinasta.
Úr Føroyum hevur løgmaður, Anfinnur Kallsberg, vegna Føroya Fólk, sent hennara hátygn, Margretu drotning, samhugafjarrit, orðað bæði á føroyskum og á donskum. Fjarritið er soljóðandi: "Det færøske folk deltager i Deres Majestæts savn og sorg ved Dronning Ingrids bortgang. Vi mindes i taknemmelighed og respekt Dronning Ingrids gerning for det færøske folk. " (undirskrivað Anfinnur Kallsberg løgmaður, red.)
Drotning var savnandi persónurin í danska kongahúsinum, eisini eftir at hansara hátygn Fríðrikur kongur doyði fyrst í sjeytiárunum. Hon hevði stóran kærleika til familjuna og hevði stóran týdning fyri Fríðrik krónprins, serliga tá íð hann var lítil og mamman var nógv upptikin av at umboða Danmark.
Drotning Ingrid hevur fleiri ferðir vitjað í Føroyum.
Drotningin fer til gravar í Roskilde dómkirkju komandi hósdag 14. november klokkan 13:50. og Føroyar verða helst umboðaðar av løgmanni.
Friður verður við minninum.










