Eftir studentsprógvið fór tann ungi Haldor til Keypmannahavnar at lesa víðari. Men hetta fekk ein bráðan enda, tá móðurin brádliga doyði, og Haldor tí vendi heimaftur at taka við leiðsluni av tí stóra handlinum í Bringsnargøtu.
Foreldur hansara vóru Katrina, fødd Petersen, og Viggo Christiansen, bæði havnarfólk
Handilshúsini í Bringsnargøtu hava sína serligu søgu. Tað var gamli handilin hjá Zacharias Heinesen, og har var skaldið William Heinesen eisini føddur.
Í dag er handlin hjá Haldori tann einasti, sum eftir er í tí gomlu høvuðsgøtuni í Havn - og tað má sigast at vera ein serligur hugni at koma inn í handilin hjá Haldori. Sjálvur er hann miðdepulin - keypmaðurin, sum ger alt fyri kundan, og tú fært altíð eitt virðismikið prát.
Við Haldori er kanska søga skrivað, sum gongur langt aftur í árini og vekir minni og hugleiðingar um tíðina farnu.
Tað kann av sonnum sigast um Haldor, at hann er hjálpsamur. Hann er altíð til reiðar við tí hjálpandi hondini. Gjøgnum árini hevur hann t. d. verið limur í Líkningarnevndini fyri Fólkaflokkin í mong ár, er virkin í Lionsfelagsskapinum og hann er fastur fúsur, tá føroyskur dansur er í Hornahúsinum.
Føðingardagin hevði Haldor saman við familjuni heima í Tróndargøtu.