Bygdartíðindi
Haldarsvík: Avhaldshúsið í Vík, sum er 65 ára gamalt og ikki tíðarhóskandi, verður nú umvælt frá grundini, so víkarfólk fáa eitt spildurnýtt felagshús, tá arbeiðið er liðugt.
Felagshúsið hjá Haldarsvíkar Avhaldsfelag varð tikið í brúk í januar 1935. Tað varð bygt við tí tilfari, sum tá var at fáa, og eitt nú bjálving varð als ikki hugsað um.
Paulivar Johansen, formaður í Haldarsvíkar Avhaldsfelag, sigur, at í dag var støðan vorðin tann, at tað varð alt ov dýrt at hita húsið. Oljan fór beinleiðis út í luftina, og tað bar ikki til.
Tí varð farið undir hesa stóru umvælingina, sum í høvuðsheitinum fatar um bjálving innan, nýggj vindeygu og nýggjan klædning uttan. So tá liðugt er, sigur Paulivar Johansen, verður húsið fullkomiliga broytt.
Avhaldshúsið er einasta samkomuhús, sum er í Vik, og tað verður dúgliga brúkt, sigur Paulivar Johansen. Har verða øll tiltøk í bygdini hildin. Alt frá dansi til sunnudagsskúla og kristilig møti.
-Tað er eisini komið fyri, sigur formaðurin, at lík er borið út úr Avhaldshúsinum. Tað var ein gamal maður, sum doyði, meðan kirkjan varð umvæld. Hann hevði sína tíð verið trúgvur limur í Avhaldsfelagnum, so hann fór til gravar frá sínum egna, um til ber at siga so.
Paulivar Johansen sigur, at høvuðsorsøkin til umvælingina nú, sum sagt var tann stóra oljunýtslan. Millum útveggirnar og panelið er einki. Í erva er ein takpláta millum hallarhválvið og himmalhválvið, so har var ikki so nógv annað at gera.
Í fyrsta umfarið er valt at taka ovaru hæddina. Veggirnir eru tiknir niður, og vindeyguni eru skift. Nógv vindeygu vóru eisini, og øll høvdu tey einkultar rútar, so har var heldur eingin bjálving í. Nú eru færri vindeygu sett í, samstundis, sum bjálvað verður, og klædningurin skiftur uttan. Klædningur og vindeygu eru úr plastikki, sigur formaðurin. Bogaða hválvið verður nú at síggja um alla høllina. Tá húsið varð longt í 1966, varð nýggja loftið gjørt slætt, sigur formaðurin. Men tað sær einki vakurt út, so nú skal »ordiligt« loft gerast um allan salin.
Í niðaru høllini, har dansað plagar at vera, verður bara niðara síða tikin í fyrsta umfari. Tað kemst av, at har eru vindeyguni, og so kundi tað sama alt gerast bara beinanveg. Restin verður so gjørt, tá ovara hæddin er liðug, ella beinanveg, fíggjarligur møguleikarnir eru.
Ikki tí, sigur Paulivar Johansen, formaður í Haldarsvíkar Avhaldsfelag. Tilarið var í sera góðum standi. Tað sást ikki rot á økrum spreki. Men sum rímiligt er, vóru slitmerki á. Eisini skal øll el-installatiónin skiftast. Ikki tí, at tað beinleiðis var neyðugt, sigur formaðurin. Men meira tí, at so kann sleppast undan at koma aftur um aftur, tí talan er jú um gamla innlegging, sum eisini kann fara.
Arbeiðið við at taka niður, verður gjørt sjálvboðið, meðan fakfólk er til at gera aftur. Klæða og bjálva. Arbeitt er soleiðis, at tikið er niður, so smiðurin kann bjálva innan, tá veður ikki er at arbeiða úti. Ætlanin er, at arbeiðið skal vera liðugt til jólar.
Tað kostar sjálvandi nakað væl at gera eina slíka umbygging. Hvussu nógv hevur formaðurin ikki nágreiniligt tal fyri beint í løtuni. Men felagið eigur nakað av pengum. Stuðlarnir hava verið góðir, og tey ætla at arbeiðið skal gerast liðugt, helst uttan at taka lán.
Sum dømi um, hvussu góðan stuðul húsið fær í sóknini, nevnir formaðurin, at í summar var basarur í Vík. Inntøkan var umleið 150.000,- krónur, og bara 10% fóru av aftur til útreiðslur. Til dømis fekk felagið 13 lomb fyri einki at luta burtur. Hann nevnir eisini, at í grannabygini Tjørnuvík, sum eisini hevur egið bygdarhús, var so vítt hann veit hvørt einasta hús, sum stuðlaði Avhaldshúsinum í Vík við gávum.
Húsið verður nógv broytt, og tað eru tey sum halda, at gamli hugnin við húsinum verður burtur. Men tað eru fólk, sum ikki búgva í Vík meira, sigur formaðurin. Nostalgi nevna vit tað. Í Vík er eingin, sum ikki fegnast um tað, sum nú verður gjørt.
Onkur spísk viðmerking er tó. Hendan dagin, Sosialurin vitjað í Avhaldshúsinum, helt ein víkarmaður, sum komin var inn á gólvið, meðan smiðurin bjálvaði, at: »Nú missir Shell ein góðan kunda.«