Burðaravlopið er talið av teimum, sum eru fødd á lívi minus deyð. Í 1999 vórðu 632 fødd á lívi, meðan 381 fóru hiðani. Hetta gevur eitt burðaravlop, sum er 251.
Hetta tal hevur ikki verið so lágt í minsta lagi tíggju ár. Hagtølini í heilsulagslýsingini hjá landslæknanum fyri1999 eru aftur til 1990. Tá var burðaravlopið heilt uppi á 596, og í fjør var tað tvær ferðir so lítið.
Síðani 1990 er burðaravlopið minkað støðugt ár undan ári. Bara í 1997 var burðaravlopið størri enn árið fyri.
Í mun til undanfarin ár eru ikki nógv børn fødd í ár. Talið av føddum á lívi er eisini minkað tey seinastu fýra árini. Í 1996 vóru tey 695 í tali, í 1997 vóru 676, í 1998 vóru 641 og í fjør vóru 632 børn fødd á lívi.
Síðan 1996 eru 661 børn fødd í miðal um árið. Um hugt verður at miðaltalinum í fimm ára skeiðum síðan 1965, so hevur miðaltalið ongantíð verið so lágt sum nú. Hægst var miðaltalið í tíðarskeiðnum 1965-70. Tá vórðu 892 børn fødd í miðal um árið.
Talið av deyðføddum børnum var 6 í 1999. Tríggir dreingir og tríggjar gentur. Tá 632 børn vórðu fødd á lívi, er deyðstíttleikin 9,5 promillu. Í 1995 var deyðstíttleikin 9,2 promillu, meðan hini árini í nítiárunum hevur hann ligið ímillum 1,1 promillu í 1990 og 6,2 promillu í 1998. Eitt barn doyði innan ta fyrstu livivikuna í fjør.
Føðifráboðanirnar siga, at jarðarmøðurnar í 1999 høvdu 620 føðandi kvinnur, sum fingu 638 børn, harav seks deyðfødd.
Av teimum 632 børnunum vórðu 316 teirra fødd uttanfyri hjúnalag, t.v.s. 50 prosent. Hetta talið var í 1990 42,5 prosent. Síðani er prosenttalið hækkað seinastu árini. Um havt verður í huga, at veruliga talið av føddum børnum er lækkað samstundis, er veruliga talið av børnum, sum eru fødd uttanfyri hjúnalag nøkulunda tað sama ella minni.
Lógin um fosturtøku er ikki broytt síðan 1959 í Føroyum. Í lógini stendur, at ein sjúkrahúslækni kann taka avgerð um fosturtøku, um tað stendur um lív ella heilsu hjá kvinnuni. Um fosturtøka skal fremjast av øðrum orsøkum, skulu tveir læknar taka avgerð um hetta.
Sambært upplýsingum frá sjúkrahúsunum vórðu í fjør 48 fosturtøkur framdar í Føroyum. Ein á Suðuroyar Sjúkrahúsi og hinar 47 á Landssjúkrahúsinum. Hetta eru tríggjar fleiri enn í 1998 og 26 fleiri enn í 1997.
Í 1990 var talið av fosturtøkum 81. Síðani hava forsturtøkurnar verið færri fram til 1998, tá ein hækking aftur varð at síggja. Annars kann nevnast, at nógv tær flestu fosturtøkurnar eru framdar á Landssjúkrahúsinum í Havn. Í Klaksvík eru bara tríggjar fosturtøkur framdar tey seinastu tíggu árini, og eingin síðan 1993.