Ein serlig løta í Vági

Minningarhaldið við minnisvarðan í Vági í dag verður nakað serligt

Ì Vági verður eisini minningarhald í dag við minnisvarðan yvir teir sjólætnu.

Men tað verður eitt serligt minningarhald, tí tá verður ein nýggj pláta avdúkað við nøvnunum á teimum vágbingum, sum hava latið lív á sjónum, síðani 1979. Tær pláturinar, sum eru settur upp við minnisvarðan, ganga fram til 1979, men síðani eru 11 vágbingar afturat deyðir á sjónum og teir fáa nú eisini nøvn síni á plátu við við minnisvarðan.

Tað er Sjómanskvinnuringurin í Vági, sum skipar fyri minningarhaldinum, ið byrjar kl. 15. Ólavur Rasmussen, prestur í Hvalba, talar.

Aftaná minningarhaldið eru øll vælkomin at fáa ein drekkamunn í Meingheitshúsinum.

Teir 11 vágbingarnir, sum eru deyðir ásjónum síðani 1979, og sum standa á plátuni, sum verður avdúkað á minningarhaldinum, eru:

Thorfinn Hovgard, 36 ára gamal, doyði umborð á Kyrjasteini í 1979

Pauli Báralíð, 50 ár, druknaði á Vágsfirði í 1983

Jørgen M. Olsen, 71 ár, druknaði á Vágsfirði í 1984

Harry Strøm, 61 ár, doyði umborð á vaktarskipinum, Tjaldrinum, í 1987

Tórur Vilhelm, 45 ár, hvarv um ársskiftið 1987-1988

Niels Midjord, 38 ár doyði umborð á norska bátinum Senior í 1991

Mortan Múller, 72 ár, doyði umborð á norska bátinum, Atlantic, í 1992

Willy Wøldike, 45 ár, druknaður á Hovsvøtnum í 1992

Páll Magnussen, 63 ár, druknaður í 1993

Napoleon Vestergaard, 70 ár, doyði umborð á South Island í 1996

Oddur Agustinussen, 60 ár, doyði umborð á Sancy í 1999