Luffa andaðist brádliga hóskvøldið, 88 ára gomul, og við henni hvørvur tað gamla ættarliðið á Reyni, tí Luffa er hin seinasta av teimum gomlu, sum er fødd, uppvaksin og sum hevur búð í gamla býlinginum í Havnini so at siga ævina alla.
Kom at kenna Luffu fyri tólv árum síðani, tá vit gjørdust grannar í Gongini. Tá høvdu Luffa og maðurin, Harald, bæði blómuhandilin í Knútsstovu og gamla grønthandilin í Dandastovu.
Luffa fór til Danmarkar, har hon giftist Haraldi. Tey búsettust í Keypmannahavn og fingu børnini Eivind, Tove og Honnu. Tey vóru niðri undir krígnum, men fluttu til Føroya eftir kríggið. Ætlanin var ikki, at tey skuldu flyta heim, tá tey komu í 1946, hevur Luffa greitt frá. Tey vóru heima og ferðaðust, og meðan tey vóru her, sigldi Tjaldrið á Mjóvanes og sakk. Tí var eingin fartur niðuraftur, so tey máttu bíða. Tey búleikaðust tá í barnaheiminum hjá Luffu, undir Kletti, og Harald, sum var málari, fór at arbeiða. Honum dámdi so væl í Føroyum, at tey vórðu verandi. ? Eg tímdi ikki at vera her. Tað var Harald, sum treivst so væl her, hevur Luffa so ofta greitt frá. Harald doyði í 1991.
Tað var tað blíða, lætta og fyrikomandi lyndið, sum eyðkendi Luffu. Humorin hevði hon góðan, og tað var fragd at lurta, tí hon hevði so nógv at greiða frá, og sum vera man visti hon nógv at siga um gomlu Havnina og fólkini, ið har búðu. Hon greiddi m. a. frá, at hon var við til at lata Blákolluna - kioskina, sum fyri kortum lat aftur - upp fyrst í tríatiárunum, haldi hon segði í 33. Hon greiddi mær eisini frá stórhendingini, tá fyrsti bilurin kom til landið í 1922. Hann kom við DFDS-skipinum Island. Nágreiniliga mintist hon, hvussu bilurin var fergaður í land við prámi - og fingin upp á land á Kongabrúnni. Annar av teimum, ið átti bilin, var systkinabarn hennara, Hannis Olsen. Tað stuttliga hendan maidagin í 1922 helt hon kortini vera, at eingin dugdi at koyra bilin, sum tí varð skumpaður niðan í Smiðjuna hjá Wenzeli í Quillingsgarði.
? Tíð er nakað snedigt nakað, plagdi Luffa at siga, tá hon greiddi frá, og so legði hon skemtandi afturat, at hon var vorðin alt ov gomul til at liva.
Tað verður saknur, nú slóknað er undir lonini í Baianstovu. Friður veri við minninum um Oluffu Jensen.
Eirikur Lindenskov