Men nei, Óla Kristian var ikki bara ein ommubeiggi fyri okkum; hann var nógv meira enn tað. Hann var ein maður við fáum orðum, so hann hoyrdist ikki væl millum fólk. Men hóast hetta var hann ein maður, ið [...] omma, abbi og Òla Kristian. Tey smáu tók hann sær eisini tíð til. Eg minnist serliga teir traditionellu sunnudagstúrarnar. Hann hevði føst tíðspunkt at geva seyðinum, og helt hann hesi sera væl. Sunnudag [...] saknurin av ommubeiggja mínum, Óla Kristian Dam, merkist av álvara. Óla Kristian var ikki maðurin tú hoyrdi siga, ”eg orki ikki” ei heldur ”eg tími ikki”, nei, hann var lítillátin og gjørdi altíð sum minst
var niðri á Ríkissjúkrahúsinum fýra ferðir um árið til kanningar, og Finn var við tær hvørja ferð, hann var ein góður maður og stuðul fyri teg. Men so í mai mánað, tá tit vóru niðri, fingu vit tey tungu [...] várið Fyri myrka kalda heyst Fyri hvørt hitt gloymda tárið Fyri hjartafrið og treyst. Góði Finn, Kristian, Annlis og Róðin við familju, størst er sorgin hjá tykkum, tit hava mist eina góða konu, mammu,
Nielsen úr Heiðunum, frá teimum fekk hann í vøggugávu góð evni og nógvar gávur. Hann var giftur við Esther Djurhuus, tannlækna, ið er dóttur Knút Lutzen og Metu f. Laursen. Hann vaks upp á Tvøroyri, har faðirin [...] Danmark øll krígsárini, og tað setti sín dám á hann. Eftir lokið prógv arbeiddi hann í danska fíggjarmálaráðnum, til hann í 1947 kom til Føroya at starvast hjá Vinnulánsgrunninum, ein almennur grunnur, ið [...] gjørdist Johan Djurhuus skrivstovustjóri. Hetta embætið útinnti hann ábyrgdarfult og samvitskufult til hann legði frá sær á heysti 1987. Hann var tá 69 ára gamal og hevði tá tænt tí almenna í Føroyum í fýrati
kendu hann og á ymsar mátar høvdu eitt tilknýti til hansara, tí øll vistu vit, at Anker, ja, hann var har, sum hann átti at vera, og hóast tað var ótilvitað, varð hann altíð sjónligur, har hann var, og [...] Arbeiðssamur var hann sum fáur, vildi hava arbeiðið frá hondini bæði skjótt og brátt, onkur mundi halda hann vera í so framfýsnan við hvørt, tá hann hevði hug til at hurta undir, um hann helt tað ganga ov [...] at hann var farin, ikki vardi meg, at tað skuldi henda so knapliga, nú hann kendi seg betur, eftir at hava verið innlagdur á Landssjúkrahúsið í nakrar dagar. Tað er torført at ímynda sær, at hann ikki
Síl var nakað, hann hevði stóran áhuga í, hann var altíð á ferð við tráuni og fekk altíð okkurt á. Um heystið helt hann eyga við áunum. Eisini setti hann ingul út ymsastaðir, hetta gekk hann upp í við lív [...] naka, hann gekk høgt upp í. Eg minnist væl, at hann var sjálvstýrissinnaður, meðan eg helti meira til sambandið. Hetta skilti ikki okkum. Eg var onkuntíð úti í Hornabø, har hann leigaði, ímeðan hann lærdi [...] í Havn. Tann lúsingin fylgdi honum alt lívið, men hann gramdi seg ikki, hann var íherdigur. Eitt, sum eg má nevna, heimbygdin Sandur stóð Boga nær, hann elskaði alt sum rørdist á Sandi, tað má eg siga var
á Ríkissjúkrahúsið. Alt gekk væl, hann kom fyri seg aftur. Tá eg tosaði við hann seinni, lat hann væl at, men hann orkaði lítið, og legði so afturat: »Eg skal ikki klaga, eg eri frammi hvønn dag«. Tá ið [...] heilsan at bila, og mátti hann tí gevast í føstum arbeiði. Eirikur var virkin í politikki. Hann var uppstillaður fyri Sambandsflokkin og sat eitt tíðarskeið sum varamaður á tingi. Hann sat eisini í Hvalvíkar [...] vóru og vitjaðu hann á Landssjúkrahúsinum. Tað var tann sami Eirikur. Byrjaði at skemta beinanvegin og práta um gamlar dagar. Men álvarsemi kom eisini fram, tá ið hann greiddi frá, at hann skuldi niður á
jarðfrøðingi, og har hevur hann starvast síðani. Lærumeistarin í konserveringsfakinum var Kristian Meitil, ein annar undangongumaður í føroyska savnsheiminum, og lagnan vildi, at hann og Eyðfinnur báðir skuldu [...] kenna seg væl. Vitandi, prátingarsamur, blíður og trúgvur, soleiðis var hann, og soleiðis er hann virdur av øllum, sum áttu hann sum vin. Góða Jónhild og góða Jacobina við familju, Gud gevið tykkum styrki [...] undir kanningar av grindahvali. Hann var tikin úr leikum, tá tað snúði seg um vitan um, hvussu verkligi parturin av vísindaligum feltarbeiði best fekst frá hondini, og hann var álitið í arbeiðinum at merkja
rópti Gullbrand pápa, var hann mær í flestum lutum í faðirs stað, og alt, ið hann hevur lært meg, er mær mangan komið til góðar á lívsleiðini. Eftir at Gullbrand legðist uppi, var hann m.a. við í havnabygginini [...] n. Høgtíðsdagar fór hann altíð av húsum í sera góðari tíð fyri at vera vísur í at fáa henda stólin. Hann hevði gott mál og dugdi meginpartin av sálmabókini uttanat. Bát hevði hann í mong ár og eisini eitt [...] skattin, ið har bleiv lagdur í Gullbrand og systkini, bar hann í hjartanum alt lívið. Minnist meg so mangan hava hoyrt Gullbrand tikið til - eftir at hann hevði trivið í eitt gamalt ørindi: "Soleiðis plagdi
ommu- og abbabørnum. Meðan Gullbrand var sjómaður, sigldi hann nógv sum stýrimaður við fiskiskipum, og veit eg eisini av egnum royndum, at hann var ein álitismaður á sjónum. Kvøðari var tú av teimum bestu [...] spyrja: Hoyr Gullbrand, munnu vit vera gandaðir? Hann svaraði beinanvegin: Nei, Sólvit, tað verður ikki lagt meira á okkum, enn vit klára. Har sat hann og kikkaði eftir hondini fyri at fáa luft og var [...] song hansara og royndi at hjálpa uppá hann til tað seinasta. Tit hava mist ein góðan mann, pápa og abba, saknurin er stórur, men gott er at hava so góð minnir um hann, sum tit hava. Nú ið vit gleða okkum
menniskja og samvitskufullur um alt, ið hann lat úr hondum. Hann hevði nógvar dygdir og var bæði hugnaligur og stuttligur at vera saman við. Einhvør, ið hitti hann, kundi vera vísur at fáa okkurt serstakt [...] Kristian Eirik, ella Iggi, sum vit vanliga róptu hann, var sonur Olgu og Samson Højgaard í Vestmanna. Sjálvt um farleiðin millum Vestmanna og Rituvík var drúgv og long, tá ið Iggi var smádrongur, var ikki [...] arbeiða, finna loysnir, uppfinna. Hugflog og dugnaskapur hansara førdu hann sum tíðin leið inn í arkitektoniska heimin, har hann fann sítt lívsstarv. Kemur tú framat einum prýðiligum, bláum bygningi í