Mina Højgaard 95 ár

Týsdagin 15. november fylti Mina Højgaard 95 ár.

Hon er ættað úr Rituvík, og har búði hon, inntil hon fyri umleið 20 árum síðani flutti inn í Heiðar at búgva. Hon býr framvegis í hugnaliga heiminum í Runavík. At hon er væl fyri og fylgir væl við var sjón fyri søgn, tá ið hon týskvøldið helt sera hugnaligan føðingardag á Sjómansheiminum í Runavík.
Foreldrini hjá Minu vóru Hanus og Nicolina Højgaard. Hon var ættað úr Kálvhúsinum á Glyvrum, og hann var sonur Per og Nicolinu, sum vóru fyrstu niðursetufólkini í Rituvík. Mina var gift við Hans Andreasi Højgaard, sum doyði í 1970. Hann var sonur Lisu og Hans Paula Højgaard, sum eisini vóru millum fyrstu niðursetufólkini í Rituvík. Tey bygdu áttanda húsið. Per og Hans Pauli vóru brøður, og tað vil við øðrum orðum siga, at verfaðir Minu, Hans Pauli, var abbabeiggi hennara.
Mina er fødd í 1910. Hon hevur upplivað báðar heimsbardagarnar, og hon minnist væl tíðina, tá ið tað var neyðugt at stríðast og strevast, og tá ið landbúnaðurin, útróðurin og sluppfiskiskapurin vóru tað, sum føroyingar dúvaðu uppá.
Mina og Hans Andreas giftust inn hjá foreldrum hansara. Tey bygdu síðani úti við Garð. Seinni bygdu tey í gerðinum, sum Hans Andreas legði inn yviri í Skákinum. Har búði Mina inntil kommunan fyri einum tjúgu árum síðani keypti húsini, tí økið skuldi nýtast til ídnað, og tá var tað, at Mina flutti heim um at búgva.
Heimið var sera hugnaligt. Lonin var fjálg, tað andaði av blíðsskapi, og Mina hevur havt eitt lætt sinni. Øll tey, sum vitjaðu og ferðaðust, kundu ikki annað enn kenna seg væl hjá Minu. Hon hevði longu tíðliga í tíðini bindimaskinu, og serliga tá ið skipsmenninir gjørdu seg til at fara avstað, var Mina nógv frammanfyri maskinuna, og tað var ikki frítt, at maðurin hjálpti henni.
Í Skákinum bar tað til hjá Minu at fylgja við rituvíkingum, tá ið teir ferðaðust heim og yviraftur, og tá ið teir fóru út av víkini og komu aftur, og tað hevur altíð kenst, at hon hevur hildið nógv av sínum bygdafólkum, sum hon og maðurin vóru so tætt knýtt at.
Mina og Hans Andreas fingu seks børn: Sigurd býr í Runavík, Nora Olsen býr í Havnini, Heri býr í Havnini, Kristian býr í Runavík, Lisa í Dali býr í Havnini, og Malan Lisberg býr í Havnini. Eftirkomararnir eru nógvir, og Mina er eisini olduromma.
Góða Mina! Vit vilja takka fyri so manga hungaliga løtu saman við tær og fyri væl eydnaða føðingardagshaldið týskvøldið. Hjartaliga tillukku við 95 ára føðingardegnum og framvegis blíðan byr!N