Tað hevur verið ein saknur, at eingi nøvn vóru á upprunaliga gravsteininum. Jákup Michael Mikkelsen, uppkallaður eftir pápanum, sum var ein av manningini, hevur tikið stig til hetta. Eftir at formell loyvi vóru givin varð plátan sett á grøvina.
Forlissið hjá Onnu var ein av teimum mongu sorgarleikunum hjá føroyskum fiskimonnum, síðan føroyingar byrjaðu skipsfiskiskap.
Sjálvur kom eg á ein serligan hátt tætt inn at hesi hending. Í 1999 fór nevndin í fiskimannafelagnum til Íslands at vitja systirfelagið Sjómannasamband Íslands, har føroyavinurin Óskar Vigfusson hevði verið formaður í mong ár.
Eg havi sum nógv onnur altíð vita um tær tvær fiskimannagravirnar í gamla kirkjugarði í Reykjavík. Nevniliga hjá manningini á Onnu, sum fórst í 1924, og Acorn, har sjey mans brendust til deyða í 1928.
Tí var lagt inn í skránna á umrøddu ferð kransalegging á hesar gravir. Við nærri kanning vísti tað seg, at hetta ár vóru júst 75 ár liðin, síðan vanlukkuna við Onnu.
Hetta skapti ein slíkan áhuga hjá familjunum hjá teimum, sum fórust við hesum vanlukkum, at fleiri teirra komu við til Íslands.
Minningarhaldið
Tískil varð ætlaða kransaleggingin broytt til eitt minngarhald. Í fyrsta umfari fyri teir fiskimenn, sum lógu í hesum kirkjugarði, men annars fyri teir hundraðtals fiskimenn, sum høvdu mist lívið við Íslands strendur, og sum bert fingu eina váta grøv.
Tað kann tískil vera av áhuga at greiða frá hesum minningarhaldi. Tað var hildið sunnumorgunin 15. august 1999 kl 10 í fagrasta summarveðri. Um 100 fólk vóru til staðar, bæði føroyingar og íslendingar. Tað passaði so væl, at tað var ein norrøn fiskivinnustevna í Reykjavík júst tá, og har vóru føroyingar eisini við. Eini 20 ættarfólk vóru við. Av hesum vóru fimm børn hjá teimum, sum fórust við Onnu.
Tey vóru Johan Hendrik Poulsen og Katrina Jensen, børn hjá skiparanum Theodor Poulsen, Kristian Joensen, sonur Edvard Joensen, Jákup Michael Mikkelsen, pápin kallaðist tað sama, og Berlina Olsen, dóttir Johannes Poulsen.
Gjørt var eitt hefti við tilfari um vanlukkuna. Her vóru eisini sangir, sum vóru sungnir til jarðarferðina, teir vóru aftur sungnir til hetta høvi.
Røðarar vóru táverandi formaður í Føroyar Fiskimannafelag, formaðurin í Sjómannasambandi Íslands, Sævar Gunnarsson, Theodor Poulsen fyri tey avvarðandi á Onnu, Jógvan Mørkøre í Hósvík fyri tey avvarðandi á Acorn og Petur Nolsøe frá føroyska sjómansheiminum í Reykjavík.
Theodor er abbasonur skiparan á Onnu við sama navni. Hann nevndi hvussu hart Toftabygd varð rakt av hesi vanlukku. Bert á Toftum vóru fimm einkjur við 20 børnum. Onkur einkja sat eftir við sjey børnum. Hann nevndi, at líðingarnar hjá hesumm kvinnum, sum sótu eftir kundu vit bert hugsa okkum til. Tíðirnar vóru ringar og versnandi, til fiskaprísirnir fóru í botn í 1929. At koma undan var ein kampur hvønn dag. Tryggingar vóru lítlar og ongar. Men hesar konur bardu seg undan og børnini komu sum heild væl fyri.
Jógvan Mørkøre greiddi eisini frá, hvussu tey upplivdu vanlukkuna við Acorn. Greitt varð frá hesum í samrøðunum vit høvdu við Dinnufíu Ferjá frá Gjógv seinasta ár.
Aftaná røðurnar vóru kransar lagdir á gravirnar. Síðan bjóðaði sjómansheimið Ørkin til ein drekkamunn, har tað vóru eini 80 fólk.
Á vanlukkustaðið
Seinnapartin varð skipað fyri útferð til Staðarberg nærindis Grindavík, har vanlukkan hendi. Her vóru eini 40 fólk við. Ein gamal starvsmaður hjá bjargingarfelagnum í Grindavík, Óli nevndur, kundi nágreiniliga vísa á, hvar skipið fórst, og hvar líkini komu á land. Við Staðarberg varð eisini sungin ein sangur og Jákup Mikael las Faðirvár. Hetta var eisini ein kensluborin løta.
Aftaná var farið til Grindavíkar, har sjómannafelagið og bjargingarfelagið bjóðaðu til ein drekkamunn.
Um kvøldið bjóðaði FF til døgurða á sjómansheiminum, har eini 50 fólk vóru til staðar. Her vóru eisini røður hildnar.
Hetta var eitt minniligt minningarhald, sum tey avvarðandi vóru sera fegin um. Tey eftirsitandi høvdu følt tað sum ein sakn ikki at hava kunnað tikið rættuligt avskeð við síni kæru, sum vóru farin. Hesi fingu nú frið í sálina, um tað kann sigast so. Nú føldu tey seg at hava sagt endaliga farvæl.
Tey, sum skipaðu fyri hesum tiltaki, vóru eisini fegin um tað. Her fekk ein rættuliga kenslu av, hvat fiskimenn og teirra avvarðandi hava ofrað fyri sítt land.
Á Svangaskarði
FF hevði fíggjað fólk frá sjónvarpinum at koma við á ferðini. Tískil varð alt hátíðarhaldið tikið upp. Tórur Mikkelsen, sum er abbasonur ein av manningini, gjørdi eina sending frá haldinum, sum varð víst í sjónvarpinum.
Tað var eisini avrátt at hava eina serliga samkomu á Toftum, har upptøkan úr Íslandi skuldi vísast, og kundi hetta vera eitt framhald av minningarhaldinum í Íslandi.
Henda samkoman varð hildin 11. september 1999 á Svangaskarði. Tað visti seg, at tað var eisini stórur áhugi fyri hesum tiltaki. Hølið varð fult og tey vóru eini 250, sum komu.
Aftaná, at filmurin var vístur, var orðið frítt. Tað vóru fleiri sum høvdu orðið og mintust báðar vanlukkur. Ein tann mest kensluborna var hjá Fridu frá Gjógv, sum var dóttir Jákup Paula Biskupstø, sum brendist sera illa í síni úrslitaleysu roynd at bjarga soninum úr brennandi lugarinum á Acorn.
Hesa løtuna endaði Johan Olsen, sum var ein sannur vinur hjá fiskimonnum alt sítt lív.
Elsa minnist vanlukkuna
Tey eru ikki nógv, sum minnast hesa hending, nú 84 ár eru liðin. Men ein er kortini, og tað er tann 99 ára gamla Elsa Olsen á Argjum, sum er ættað av Toftum.
Hon var 14 ára gomul tá og minnist hetta væl.
Hans, beiggi hennara, hevði verið við árið frammanundan og skuldi við aftur. Men hann var so ringur av iskias, at hann kundi ikki fara, og tað bjargaði honum lívið, og hann kom at liva sítt fulla lív.
Beiggin Matthias kom at gerast ein partur av hesum sorgarleiki. Tey flestu líkini komu á land og vórðu førd til Reykjavíkar. Her lógu nógv føroysk skip inni, og Matthias var við einum av teimum. Hann var tískil við til at eyðmerkja líkini. Tað hevur verið hart hjá honum at síggja menn, sum hann fyri kortum hevði sæð sum raskar og livandi menn, nú liggja lík. Allar manningarnar á føroysku skipunum, sum lógu inni, vóru við til jarðarferðina. Ein av teimum, sum annars skipaði fyri, var Alfred Petersen, sum var sjómanstrúboðari í Íslandi í mong ár.
Harðar lagnur
Her vóru nógvir sorgarleikir og lagnur, sum Elsa minnist.
Skiparin Theodor Poulsen av Toftum átti fýra børn. Kona hansara hevði tveir beiggjar við. Annar, Olevinus, doyði frá sjey synum, sum vóru frá eitt til 13 ára gamlir. Hetta var sjálvsagt eina sera trupul støða hjá mammuni. Fólk vildu fegin hjálpa. Tey komu ymsa staðni frá og bjóðaðu sær til at taka sær av synunum.
Hin beiggin var Edvard. Hann giftist fyrst við Elsebeth Mariu úr Syðrugøtu. Tey fingu eina dóttir, Edda, men mamman doyði í barsilssong.
Pápin giftist aftur, men ta gekk so illa við fyrstu føðingini, at bæði kona og barn doyðu.
Edvard giftist so aftur triðu ferð og tey fingu ein son. Men tá er tað, at Edvard fer við Onnu og ikki kemur aftur. Tískil misti kona skiparan mannin og tveir brøður, sum allir doyðu frá 13 børnum. Edda sum hevði mist mammuna misti nú eisini pápan, ikki komin til skúlaaldur.
Tilsamans vóru sjey einkjur við 29 børnum eftir manningina á Onnu.
Frásagnir um “Onnu”
Í sambandi við hesi hátíðarhald komu fram fleiri frásagnir í samband við Onnu. Her skal endurtakast frásøgnina hjá Onnu Jacobsen f. Mikkelsen, ættað úr Syðrugøta. Mamma hennara Lena var ættað úr Lorvík, og hon misti beiggjan Joen Hendrik.
Anna segði soleiðis frá:
“Eg kann fortelja, hvat mamma mín fortaldi um tann seinasta dagin, Joen Hendrik, mammubeiggi, var heima. Hetta var, áðrenn hann fór avstað lagnutúrin hjá Onnu.
Mamma var tá 13 ára gomul. Joen Hendrik var sera húsligur. Tann seinasta dagin, hann var heima, elti hann breyð fyri ommu, tí hon hevði astma og toldi ikki mjølstøv. Meðan hann elti breyðini sang hann:
Hin time i Getsemane,
jeg aldrig glemme kan,
da jeg i angst og blodig sved
så Jesus, Gud og mand.
Síðan segði hann við mammu: “Lena, tá ið eg eri farin, tá mást tú elta breyð fyri mammu”.
Tá ið hann so skuldi fara avstað, hevði sagt farvæl og var komin út í durin, tá vendi hann inn aftur, tók eina 2 krónu upp úr lummanum, og segði við ommu, at hon skuldi hava hana.
Omma svaraði: “Tú manst hava brúk fyri henni sjálvur”, men tá svaraði Joen Hendrik: “Nei, eg havi ikki brúk fyri henni.” So fór hann avstað.
Hundurin kendi okkurt
Joen Hendrik átti ein hund. Hann var vanur at vera í roykstovuni um náttina. Men náttina millum 3. og 4. apríl vaknaðu omma og mamma av, at hundurin hvein og eymkaði seg so illa og skavaði uppá úthurðina.
Omma fór upp at vita, hvat ið feilti honum, men tað sá út, sum vildi hann bara sleppa út. Omma lat so úthurðina upp, og hundurin fór rennandi avstað út á Vík móti Gøtunesi. Hann kom ikki aftur fyrr enn seinnapartin dagin eftir. Tá var hann útlúgvaður og sat bert og kúrdi.
Seinni, tá ið presturin kom at siga teimum, at Anna var burturgingin, tá segði omma, at nú skilti hon, at hundurin hevði vitað, hvat ið hendi.
Pápin fekk einki at vita
Abbi var eisini við einum øðrum skipi. Tá ið hann kom heim, visti hann ikki, at Anna var burturgingin. Eingin umborð hevði viljað sagt honum tað. Omma máttu tískil siga honum, hvussu vorðið var. Tá høvdu tey mist tveir synir á sjónum. Hin fórst við Húsaskonnartini.
Abbi segði, at hann á túrinum skilti, at menninir umborð krógvaðu okkurt fyri sær. Teir stóðu ofta og prátaðu saman, men tá ið hann kom, søgdu teir einki.
Hann hevði eisini spurt, tá ið hann var í samband við menn av øðrum skipum, um teir vistu nakað um Onnu og John Bull, sum ein annar sonur var við. Teir vistu um John Bull, men søgdu seg einki at vita um Onnu!
Meira millum himmal og jørð?
Páll Nolsøe hevur í Føroya Siglingarsøgu hesa frásøgnina:
“Í 1924 og 1925 førdi Jákup Andreas á Mýruni úr Syðrugøtu Acorn. Í 1924 er ein maður blivin sjúkur umborð, og teir fara inn við honum. Komnir móti landi verður illveður, so teir máttu lata skipið reka. Um midnátt kemur Jákup Andreas upp í stýrihúsið at loysa av bestamannin Poul Huus, eisini úr Syðrugøtu, av. Sum teir standa, verður knappliga ljóst á dekkinum. Teir síggja ein vita kasta ljósið á skipið, og teir síggja brim undir vitanum. Men eftir teirra bestikki skuldu teir als ikki verið nær nøkrum vita. Skipið verður tikið undan. Men so skjótt teir høvdu tikið undan hvarv ljósglæman. Teir løgdu til aftur, skattaðu dýpið og fingu ikki botn, og svaraði hetta til bestikkið. Teir lótu skipið reka um náttina, og tá ið tað fór at lýsa fyri degi, fóru teir at sigla til Oyggjarnar. Her kemur bátur umborð, og tá frætta teir um lagnuna hjá Onnu. Vanlukkan var eftir øllum at døma hend júst í teirri løtu, teir sóu ljósglæmuna umborð á Acorn.
Ljós á dekkinum
Ein frásøgn er av Trøllanesi. Mikkjal í Innistovu av Trøllanesi var við Viðoy undir Íslandi, tá ið Anna fór. Mikkjal kendi teir fimm lorvíkingarnar umborð.
Beint fyri midnátt ta náttina, tá ið Anna fer, síggja teir knappliga ymsa staðni á skipinum fimm bjørt ljós, sum vóru køld at nerta við. Tey kámast sum frá líður og eru slóknað móti morgni. Her var eingin náttúrlig frágreiðing.
Við Viðoynni var eisini Óli Jacobsen, sum var beiggi Daniel Jacobsen úr Lorvík, sum var við Onnu. Daniel var ringforlovaður við gentu úr Lorvík, sum seinni giftist til Trøllanesar. Um morgunin verður Óli útpurraður fleiri ferðir. Hann fæst ikki úr koyggjuni, men hevur hug at ilskast um hesa áhaldandi útpurring. Men tá ið teir á middegi frætta, at Anna er farin, tørnar hann út.
Hildið var, at Óli mundi hava kent okkurt á sær.
Søgan um Onnu er ein partur av lagnusøguni hjá føroyingum. Tí er ein slík navnapláta eitt gott høvi at minnast aftur á hetta. Hetta kann minna okkum um, at vælferðin í dag ikki er nøkur sjálvfylgja. Fiskimenn og teirra familjur hava goldið dýrt fyri at leggja grundarlagið fyri henni.
………………………..
(Set hetta í ein kassa)
Manningin:
Theodor Poulsen, skipari, 39 ár. Eftir sat einkja og 5 børn
Hans Edvard Joensen. Eftir sat einkja og 2 børn
Sofus Christian Olsen, 30 ár. Eftir sat einkja og 2 børn
Jacob Michael Mikkelsen. Eftir sat einkja og 3 børn
Jens Peter Joensen, 23 ár
Jens Jacob Olsen, 19 ár
Johan Olevinus Joensen, 43 ár. Eftir sat einkja og 7 børn
Allir av Toftum
Jacob Oliver Joensen, 23 ár
Peter Elias Heinesen, 18 ár
Hans Jacob Heinesen, 16 ár
Joen Hendrik Olsen, 16 ár
Daniel J Jacobsen, 27 ár
Allir úr Lorvík
Johannes Poulsen, Skáli, 30 ár. Eftir sat einkja og 5 børn
Hans Andreas Hansen, Saltnes, 14 ár
Poul Anton Jacobsen, Syðrugøtu, 22 ár
Hans Meinhardt Simonsen, Strendur, 15 ár
Johannes Johnson, Kollafjørð. Eftir sat einkja og 4 børn










