Minnilutin fall

Øll broytingaruppskot frá meirlutanum í fíggjarnevndini blivu samtykt í løgtinginum týsdagin, tá orðaskifti var um fíggjarlógarálitið frá fíggjarnevndini

Rigmor Dam


Broytingaruppskot frá minnilutanum og frá tveimum tingmonnum blivu ikki samtykt.

Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin høvdu skotið upp at hækka játtanina til fólkapensiónir og barnaansing. Harafturat skutu teir upp at broyta játtanina til feskfiskaflotan. Sambandsflokkurin ætlaði at minka játtanina úr 40 mill. kr. til 10 mill. kr. og Javnaðarflokkurin ætlaði at strika alla játtanina. Flokkarnir vildu eisini hava, at játtanin á 6 mill. til sjálvstýrismál vórðu strikað.

Kristian Magnussen úr Javnaðarflokkinum ynksti at geva eina játtan til tónleikavinnu á 1 mill. kr. og ein annar minniluti, Jenis av Rana úr Miðflokkinum, skeyt upp at hækka játtanina til menningarhjálp úr 200.000,- kr. til 3 mill. og játtanina til arbeiðseftirlitið við 340.000,- kr. soleiðis, at játtanin kom upp á 3.5 mill. Eisini hækkingina á játtanini til javnstøðunevndina, sum er sett til 63.000,- kr, ynksti hann at strika.

Sum sagt vórðu øll uppskot frá minnilutanum feld.

Hetta var 2. viðgerð av fíggjarløgtingslógaruppskotið frá Landsstýrinum.