Eftir 2?0 tapið ímóti Danmark helt Todi Jónsson ikki, at tað var rætt, at føroyingar framvegis lata sær lynda at tapa við einum ella tveimum málum ímóti teimum, sum vitja í Føroyum. Men hann vísti samstundis á, at um føroyingar skulu fáa mál og harvið betri úrslit, so er neyðugt, at tað viðhvørt verður lopið meiri sannførandi á. Tað vil við øðrum orðum siga, at fleiri spælarar flyta seg longri fram á vøllin.
John Petersen er á mest framrættaða plássinum á miðvøllinum, og hann er ikki ósamdur við Toda:
? Vit megna ikki at leggja trýst á mótstøðumenninar, men í onkrum støðum kunnu vit verða betri til at leypa á. Eg hugsi um støðua, tá vit vinna bóltin av teimum frammarlaga á vøllinum. Tá kemur tað viðhvørt fyri, at vit ikki skunda okkum nóg nógv, og so fáa mótstøðumenninir tíð til at fáa javnvág í verjupartin. Viðhvørt skulu vit brúka fáar millumstøðir, tá vit flyta okkum fram á vøllin.
Eingin kapprenning
Jens Kristian Hansen er ein av royndastu spælarunum á føroyska liðnum. Liðformaðurin hevur spælt 35 landsdystir, og hann ávarar ímóti, at føroyingar fara ov langt fram á vøllin:
? Sterkasta síðan hjá okkum er, at vit eru væl skipaðir í verjupartinum. Fyrsta málið er at halda teimum burtur frá okkara máli. Um vit megna tað nóg leingi, so fara teir at leypa framav. Tað ræður um at hava tol, heldur Jens Kristian Hansen.
Tað verður ofta tikið til, at føroysku spælararnir tykjast vera í betri venjing nú, enn teir hava verið áður. Jens Kristian er ikki ósamdur í hesum, men hann heldur, at tað framvegis er munur á:
? Tað sæst væl í 2. hálvleiki. Tá eru vit altíð móðari enn hinir, og so er vandin fyri mistøkum størri. Um vit fara at kapprenna við mótstøðumenninar, so minkar møguleikin hjá okkum, tí so møðast vit skjótari. Men eg skilji væl sjónarmiði og taki undir við, at vit gera skjótari av, tá vit vinna bóltin frammarlaga.










