Mini ráðstevna á G! Mini

Samvit, Futt og G! MINI skipa leygardagin 19. juli kl 13.00 fyri eini mini-ráðstevnu um føroyska tónleikavinnu og útflutning í niðaru hæddini í Valhøll, mitt inni í Syðrugøtu.
Mini-ráðstevnuskráin hevur framløgur frá m.ø. Kristian Riis og Annu Hildur Hildibrandsdóttir.

 

Kristian Riis fer at greiða frá um, hvørjar uppgávurnar eru hjá einum managera, ella umboðsmanni, sum tað eisini verður rópt. Kristian hevur verið leiðari á DMX, ið er danska music export skrivstovan og hevur nú stovnað egna fyritøku innan music management. Nógv kenna hann óiva sum guitarleikara í bólkinum Nephew, sum hevur spælt tvær ferðir á G!.

 

Anna Hildur Hildibrandsdóttir fer at fortelja um uppgávurnar hjá eini tónleikaútflutnings skrivstovu (Music Export Office). Anna Hildur er

leiðari fyri íslandska IMX (Icelandic Music Export Office). Hon hevur verið í Føroyum áður m.a. í samband við G! Festival og annað arbeiði til at fáa føroyskan tónleik út um landoddarnar.

 

Á ráðstevnuni verður eisini eitt tilmæli um at seta á stovn eina føroyska tónleikaútflutnings-skrivstovu handað Bjørt Samuelsen,

landsstýriskvinnu í vinnumálum. Í eina tíð hevur SamVit fyrireikað eitt tilmæli til frama fyri tónleikavinnu, og í hesum sambandi er ein tørvskanning gjørd fyri at lýsa núverandi støðu, tørv og endamál við slíkari skrivstovu. Úrslitini úr kanningini verða løgd fram á ráðstevnuni.

 

Umframt framløgur verður eisini kjak á skránni.

 

Tey, ið ynskja taka lut á mini ráðstevnuni skulu melda til við at senda ein t-post til fomusicexport@gmail.com innan fríggjadagin 18. juli kl. 13:00. Eisini kann meldast til hjá Janu Jensen, samskipara, á tel. 216055.

 

Sí skránna fyri tiltakið á gfestival.fo