kravdi sín mann, tí liðini vóru ofta ógvuliga stór. Tann eina veturin vandi hann ein hóp, sum taldi ikki færri enn 52 smádreingir. Pedagogikkurin hjá Poul var eins einfaldur, og hann var effektivur: Teir [...] umførum tiltakslimur í nevndini, áðrenn hann í 1985 fyrstu ferð bleiv formaður í Støkk. Í fyrstu syftu sat hann sum formaður í trý ár. Í 1988 var hann næstformaður, og árini 1992 og 1993 var hann aftur formaður [...] bleiv hann í staðin sera virkin í arbeiðinum at royna at útvega felagnum betri hølisumstøður, og hann sat í teimum byggi- og húsanevndunum hjá Støkk, sum frá seinast í 1980’unum stríddust fyri hesum málinum
hjá teimum, sum frammanundan ikki dugað sær hógv, og hjá teimum ungu. Tey sum hava skrivað krabbameinsætlanina halda samstundis, at tey, sum ferðast uttanlands, eiga ikki at kunna keypa tollfrítt rúsdrekka [...] Handlar skulu ikki sleppa at selja rúsdrekka av nøkrum slagi. Tað halda tey, sum hava skrivað nýggju krabbameinsætlanina, sum nú er handað landsstýrinum. Tey siga, at tað er væl prógvað, at tað er ein [...] at smærri mongdir av rúsdrekka kunnu minka um vandan fyri hjartasjúkum og æðrasjúkum. Men tað er heilt vist, at rúsdrekka í størri nøgdum økir um vandan fyri at fáa fleiri sløg av krabbameini, eitt nú
gevur frá sær í framleiðsluni. Hetta kann tykjast sum eitt stórt mál at seta sær, men Agnes heldur als ikki, at hetta er ógjørligt. – Vit hava keypt eina turbinu, har vit koma at framleiða streym í Fámjin burturúr [...] koyra upp á varandi orkukeldur, greiðir hon frá. Sostatt verður klekingarstøðin hjá teimum í Fámjin heilt grøn, og málið er tískil at framleiða uttan nakað co2-útlát yvirhøvur og at hava orku til avlops.
Mohr Hermanssen livað sum veganari. Ein veganari er ein, ið ikki etur kjøt ella nakað, sum er kemur frá djórum - tað vil siga, at man heldur ikki drekkur mjólk ella etur egg og ost. Hesin lívsstílurin víkir [...] vanur við, og tað er ikki akkurát tað, man sum tað fyrsta setur í samband við ein persón, sum er so væl fyri fysiskt, sum Herman er. – Eg havi altíð styrkivant nógv, síðan eg var heilt ungur. Tí havi eg eisini [...] restini av Europa tað ikki. Nógv djór í industriini fáa hvørki sól ella fríska luft, men standa bara inni. Tey blíva sjúk og fáa nógvan heiligvág. Tey hava tað generelt bara ikki gott. Les longri samrøðu
– Tá var eg blivin 53, bleiv eg sannførdur um, at eg vildi ikki sita dagin langan við eini teldu restina av lívinum. Soleiðis sigur Ellindur Egilstrøð - maðurin, ið fyri 20 árum síðani setti Gallup Føroyar [...] jørð í góð 10 ár, tók hann fyri níggju árum síðani eina stóra avgerð. – Eg hevði hug at gera okkurt heilt annað, fortelur hann. Eftir at hava endurskoðað sína lívsstøðu væl og virðiliga valdi Ellindur at
anum, Stórutjørn, sum kortini ongantíð bleiv til nakað. Á Løgtingsvalinum í 2008 stillaði hann tí ikki uppaftur, men tað gjørdi hanní 2011, tá hann varð afturvaldur á ting fyri Sambandsflokkin. Áðrenn [...] løgmann í 1948, tá var hann 74 ára gamal. Andrass Samuelsen var løgmaður í fyrsta landsstýrinum, sum sat í tvey ár frá 1948 til 1950. Løgmenn í Føroyum: 5 1970 - 81 Atli P. Dam (1932-2005) 38 ár 13 2015 -
februar, hava hjúnini næstan ikki sæð hvønn annan. Hon vísir á, at maðurin og forseti landsins nú býr í forsetaskrivstovuni, og av trygdarávum kunnu hon og børnini ikki vera har saman við honum. Tískil [...] at flýggja í Kramatorsk, vóru ikki partur av forsetafamiljuni, sigur hon. Olena Zelenska endurtekur, at allir ukrainar eru mál hjá fíggindanum, og hon heitir á heimin um ikki at gloyma ta neyð og sorg, sum [...] arbeitt við børnum, føðslu og javnrætti, men nú landið er rakt av herviligum kríggi, eru uppgávurnar heilt aðrar. - Børn og barnsins tørvir vóru eitt av høvuðsøkjunum, eg arbeiddi við, og eg arbeiddi eisini
men dentur má leggjast á, at vit ikki sleppa undan at hyggja eftir útreiðslunum. Í D&V tann 7/4 heldur HE uppá, at avgjøld á vinnuna ikki ávirka íløguhugin og harvið ikki ávirka búskaparvøksturin frameftir [...] skattar “yvirnormalan” vinningin. Hettar er ein sannleiki, ið ikki røkkur allan vegin á mál. Um tað var so einfalt, at avgjøld og skattur ikki ávirka íløguhugin, hví gera lond sum Skotland lokkandi avtalu [...] muga hyggja eftir, hvat loysir seg best eftir skatt, ikki bert áðrenn skatt – t.v.s. at hyggjast má eftir veruligu útrokningini, sum fyritøkan ger, og ikki bert yvirskipaðum teoretiskum hugsanum, sum útsagnirnar
krónur. Av tí, at talan var um ein útlending, skal hann rinda bótina upp á standandi fót, so at hann ikki fær høvi til at fara av landinum undan bótini. Tískil varð hann tikin á løgreglustøðin at rinda bótina [...] missur koyrikortið treytað. Teir báðir mugu so taka koyrikortið av nýggjum, annars missa teir tað heilt. Ein triði bilførari fekk klipp í koyrikortið fyri at koyra 73 kilometrar um tíman og hann fær eisini
verða við til at fyribyrgja. Orsøkin er ikki, at danskir myndugleikar stúra fyri, at kjarnorkuvápn fara at verða brúkt í krígnum í Ukraina. Og tað er heldur ikki tí, at tey stúra fyri, at eitt kjarmorkiverk [...] geislavirknum evnum fara at reka inn yvir Føroyar, er so ómetaliga lítil, at hann er, at kalla slett ikki til staðar. Tað sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni. Í gjár frættust annars tey tíðindini, at [...] geislavirkin evni. Danmark er so langt burturi frá Ukraina, at í hesum sambandi fara jodtablettir ikki at gera mun, tí skuldi nakað rikið inn yvir Danmark úr Ukraina, verður tað í so lítlum nøgdum, at