Hjúnini, Volodymyr Zelenskyj og Olena Zelenska, avmyndað til eitt tiltak í 2019 til minnis um hungursneyðina í Ukraina í 1930-unum.

Soleiðis lýsir kona Zelenskyj støðuna í Ukraina

- Hin 23. februar vóru ukrainsku børnini vanlig evropeisk skúlabørn við einari tímatalvu, og tey høvdu ætlanir um, hvat tey skuldu brúka feriuna til. Men, nú er alt broytt, sigur kona forsetans, 44 ára gamla, Olena Zelenska.

Hjúnini, Volodymyr Zelenskyj og Olena Zelenska, avmyndað til eitt tiltak í 2019 til minnis um hungursneyðina í Ukraina í 1930-unum.

Volodymyr Zelenskyj og Olena Zelenska gingu saman í hjúnalag í 2003, og hjúnini eiga tvey børn saman. 44 ára gamla kvinnan hevur arbeitt við børnum, føðslu og javnrætti, men nú landið er rakt av herviligum kríggi, eru uppgávurnar heilt aðrar.

 

- Børn og barnsins tørvir vóru eitt av høvuðsøkjunum, eg arbeiddi við, og eg arbeiddi eisini við javnrætti fyri allar ukrainar, sigur Olena Zelenska við CNN.

 

Eftir at Volodymyr Zelenskyj vann ukrainska forsetavalið í 2019, hevur Olena Zelenska verið landsins fyrstakvinna. Síðan Russland gjørdi innrás í Ukraina hin 24. februar, hava hjúnini næstan ikki sæð hvønn annan.

 

Hon vísir á, at maðurin og forseti landsins nú býr í forsetaskrivstovuni, og av trygdarávum kunnu hon og børnini ikki vera har saman við honum. Tískil hava hjúnini seinasta mánaðin bara snakkað saman í telefon.

 

Ein av verkætlanunum, sum Olena Zelenska hevur arbeitt við, hevur verið at betra um matin í ukrainskum skúlum. Men, í dag snakkar eingin í Ukraina longur um heilsugóðan mat, men bara um mat yvirhøvur.

 

Hon sigur við CNN, at umleið helmingurin av børnunum í Ukraina eru tvungin av landinum, og hon sigur seg stúra fyri likamligu og sálarligu avleiðingunum, sum hetta fer at hava við sær.

 

- Hin 23. februar vóru ukrainsku børnini vanlig evropeisk skúlabørn við einari tímatalvu, og tey høvdu ætlanir um, hvat tey skuldu brúka feriuna til, sigur Olena Zelenska við CNN.

 

Hon heitir á fólk um at seta seg í eina støðu, har tey júst hava bygt sær nýggj hús ella hava renoverað sær húsini ella íbúðina og hava sett blómur í vindeyguni við høvið.

 

- Nú er alt oyðilagt, og í leivdunum av tí, tey áttu, noyðast fólk nú at kynda sær bál fyri at halda hitanum. Hetta er tað, sum er hent við barnapolitikkinum og okkara familjum, sigur hon.

 

##med2##

 

Tá CNN spyr hana, um hon ikki er næsta málið hjá russum eftir mannin, svarar hon soleiðis:

 

- Um tú fylgir við, hvat er hent í Ukraina hesa tíðina, er greitt, at allir ukrainar eru mál hjá russum - allar kvinnur og øll børn. Tey, sum royndu at flýggja í Kramatorsk, vóru ikki partur av forsetafamiljuni, sigur hon.

 

Olena Zelenska endurtekur, at allir ukrainar eru mál hjá fíggindanum, og hon heitir á heimin um ikki at gloyma ta neyð og sorg, sum rakar Ukraina, nú landið er undir so eirindaleysum russiskum álopum.

 

 

 

 

 

 

 

Hjúnini, Volodymyr Zelenskyj og Olena Zelenska, avmyndað til eitt tiltak í 2019 til minnis um hungursneyðina í Ukraina í 1930-unum.