Seinastu dagarnar hevur løgreglan gjørt nógv burtur úr at kanna ferðsluna og aftur í gjár var løgreglan á ferð ymsastaðni í meginøkinum. Í hesum sambandi vórðu fleiri bilførarar tiknir fyri at koyra alt ov skjótt. Ein útlendskur ferðmaður varð tikin fyri at koyra 114 kilometrar um tíman í óbygdum øki har tað er loyvt at koyra 80, so hann fær eina bót upp á 2.500 krónur.
Av tí, at talan var um ein útlending, skal hann rinda bótina upp á standandi fót, so at hann ikki fær høvi til at fara av landinum undan bótini. Tískil varð hann tikin á løgreglustøðin at rinda bótina aftur. Hann misti eisini koyrikortið treytað, men tað er bara galdandi í Føroyum.
Inni á Firði í Kollafirðið mistu tveir bilførarar koyrikortið treytað. Har er loyvt at koyra 50, men har varð ein bilførari tikin fyri at koyra 88 og umframt at missa koyrikortið treytað, fær hann eisini 3.500 krónur í bót. Ein annar varð tikin fyri at koyra 98 og hann fær 5.000 krónur í bót, umframt at hann missur koyrikortið treytað.
Teir báðir mugu so taka koyrikortið av nýggjum, annars missa teir tað heilt.
Ein triði bilførari fekk klipp í koyrikortið fyri at koyra 73 kilometrar um tíman og hann fær eisini 2.500 krónur í bót.
Somuleiðis gjørdi løgreglan eisini ferðslukanningar innanbíggja í Runavík og í Fuglafirði, men har var støðan betri, tí har varð eingin bilførari tikin.