Herman skifti kost og bleiv veganari

– Nú 7 ár seinni eri eg sterkari enn nakrantíð, sigur 45 ára gamli persónligi venjarin Herman Mohr Hermanssen. Í staðin fyri at eta kjøt og fisk etur hann nøtur, grønmeti og annan plantugrundaðan mat til frama fyri djóravælferðina

Í skjótt sjey ár hevur havnarmaðurin Herman Mohr Hermanssen livað sum veganari. Ein veganari er ein, ið ikki etur kjøt ella nakað, sum er kemur frá djórum - tað vil siga, at man heldur ikki drekkur mjólk ella etur egg og ost.

 

Hesin lívsstílurin víkir nógv frá tí, sum hann annars hevur verið vanur við, og tað er ikki akkurát tað, man sum tað fyrsta setur í samband við ein persón, sum er so væl fyri fysiskt, sum Herman er.

 

– Eg havi altíð styrkivant nógv, síðan eg var heilt ungur. Tí havi eg eisini altíð hugsað nógv um proteinir og etið eina asins rúgvu av kjøti og so víðari. Næstan fulkomiliga vitleyst, spyrt tú meg í dag, sigur Herman Mohr Hermanssen.

 

Men hin 1. august 2015 bleiv hann 100% plantugrundaður. Hvussu ber tað til, at hann frá degi til dags valdi at leggja sín kost um?

 

– Tað er bæði orsakað av umhvørvinum, men eisini orsakað av djóravælferð, sigur hann og greiðir nærri frá síðstnevnda:

 

– Í Føroyum gongur seyðurin úti og hevur tað gott, men soleiðis hava øll djórini í restini av Europa tað ikki. Nógv djór í industriini fáa hvørki sól ella fríska luft, men standa bara inni. Tey blíva sjúk og fáa nógvan heiligvág. Tey hava tað generelt bara ikki gott.

 

Les longri samrøðu við Herman Mohr Hermanssen í nýggjasta Sosialinum, har vit hava tema um lívsskifti.