Hann er føddur 16. apríl í 1972, sonur Gunnvá Winther úr Vestmanna og Boga á Steig úr Sandavági. Bárður á Steig Nielsen býr og er uppvaksin í Vestmanna.
Um tvær vikur eru 20 ár síðani, at Bárður Nielsen trein inn á politiska pallin. Hann varð valdur á ting fyrstu ferð á løgtingsvalinum í 2002. Hann varð afturvaldur í 2004, og tá gjørdist hann eisini landsstýrismaður í fíggjarmálum.
Men í 2007 legði hann frá sær sum fíggjarmálaráðharri fyri at gerast stjóri í stóru íbúðarverkætlanini í Hoyvíkshaganum, Stórutjørn, sum kortini ongantíð bleiv til nakað.
Á Løgtingsvalinum í 2008 stillaði hann tí ikki uppaftur, men tað gjørdi hanní 2011, tá hann varð afturvaldur á ting fyri Sambandsflokkin.
Áðrenn hann kom upp í politikk starvaðist hann fyrst sum grannskoðari hjá grannskoðarafelagnum Rasmusen & Weihe og seinni sum fíggjarleiðari hjá Kollafjørð Pelagic í Kollafirði. Eftir tíðarskeiðið við Stórutjørn verkætlanini var hann fíggjarleiðari hjá Vodafone, sum seinni kallaðist Nema.
Eftir løgtingsvalið í 2015, tá Kaj Leo Holm Johannesen legði frá sum formaður í Sambandsflokkinum, gjørdist Bárður á Steig Nielsen formaður floksins, og eftir løgtingsvalið í 2019 varð hann valdur til løgmann og skipaði samgongu millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Miðflokkin.
Bárður Nieslen er giftur við Rakul, f. Lamhauge, úr Havn. Tey eiga fýra børn: Súna B. Nielsen (f. 1995), Bjørg B. Nielsen (f. 1999), Djóni B. Nielsen (f. 2002) og Gunnvá B. Nielsen (f. 2005).
Vit hava havt 14 løgmenn í Føroyum síðani heimastýrislógin varð sett í gildi í 1948. Yngsti løgmaður higartil er Atli P. Dam úr Javnaðarflokkinum, sum eisini er tann, sum hevur sitið longst sum løgmaður. Hann varð fyrstu ferð valdur til løgmann 10. desember í 1970, tá hann var 38 ára gamal. Atli P. Dam var løgmaður í fimm landsstýrum í tilsamans 16 ár.
Elsti løgmaður er Andrass Samuelsen úr Sambandsflokkinum, sum eisini er tann fyrsti løgmaðurin. Hann varð valdur til løgmann í 1948, tá var hann 74 ára gamal. Andrass Samuelsen var løgmaður í fyrsta landsstýrinum, sum sat í tvey ár frá 1948 til 1950.
Løgmenn í Føroyum:
5 | 1970 - 81 | Atli P. Dam (1932-2005) | 38 | ár |
13 | 2015 - 19 | Aksel V. Johannesen (1972-) | 42 | ár |
12 | 2008 - 15 | Kaj Leo Holm Johannesen (1964-) | 44 | ár |
6 | 1981 - 85 | Pauli Ellefsen (1936-2012) | 44 | ár |
14 | 2019- | Bárður á Steig Nielsen (1972-) | 47 | ár |
9 | 1994 - 98 | Edmund Joensen (1944-1998) | 49 | ár |
10 | 1998 - 04 | Anfinn Kallsberg (1947-) | 50 | ár |
11 | 2004 - 08 | Jóannes Eidesgaard (1951-) | 52 | ár |
8 | 1993 - 94 | Marita Petersen (1940-2001) | 52 | ár |
4 | 1963 - 67 | Hákun Djurhuus (1908-1987) | 54 | ár |
2 | 1950 - 59 | Kristian Djurhuus (1895-1994) | 55 | ár |
7 | 1989 - 91 | Jógvan Sundstein (1933-) | 56 | ár |
3 | 1959 - 63 | Petur Mohr Dam (1898-1968) | 60 | ár |
1 | 1948 - 50 | Andrass Samuelsen (1873-1954) | 74 | ár |
Onnur, sum hava føðingardag í dag, eru eitt nú Margreta drotning í Danmark, sum fyllir 82 ár í dag, og Benedikt fyrrverandi pávi, sum fyllir 95 ár í dag.