Ellindur vil heldur mála enn vera stjóri

– Eg eri nokk meira ein listamaður og íverksetari enn ein, sum at hevur tað sum lívsstarv at sita stillur við einari teldu, sigur eiðismaðurin Ellindur Egilstrøð, ið er farin at arbeiða sum listamaður í Danmark burturav

Ellindur Egilstrøð undir liðini á einum av sínum málningum (Myndina hevur Erik W. Bachmand tikið)

– Tá var eg blivin 53, bleiv eg sannførdur um, at eg vildi ikki sita dagin langan við eini teldu restina av lívinum.

 

Soleiðis sigur Ellindur Egilstrøð - maðurin, ið fyri 20 árum síðani setti Gallup Føroyar á stovn. Aftaná at hava gjørt kanningar um alt millum himmal og jørð í góð 10 ár, tók hann fyri níggju árum síðani eina stóra avgerð.

 

– Eg hevði hug at gera okkurt heilt annað, fortelur hann.

 

Eftir at hava endurskoðað sína lívsstøðu væl og virðiliga valdi Ellindur at selja hjartabarnið og fyritøku sína Gallup, har hann eisini var stjóri. Húsini hjá honum og konuni blivu eisini seld, og síðani gekk leiðin hjá teimum niður til Danmarkar, har børnini búðu tá.

 

– Eg visti væl, tá eg flutti niður, at eg fyrr ella seinni skuldi royna einki annað at gera enn at mála, sigur hann.

 

Hann byrjaði so smátt at hava framsýningar ymsastaðni í Danmark, og hetta hevur bara vundið uppá seg seinastu árini, soleiðis at hann í dag málar burturav.

 

Les longri samrøðu við Ellindur Egilstrøð í nýggjasta páskablaðnum hjá Sosialinum.

 

Ellindur Egilstrøð undir liðini á einum av sínum málningum (Myndina hevur Erik W. Bachmand tikið)