Vandin fyri, at nakað nevnivert av geislavirknum evnum fara at reka inn yvir Føroyar, er so ómetaliga lítil, at hann er, at kalla slett ikki til staðar.
Tað sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni. Í gjár frættust annars tey tíðindini, at myndugleikarnir í Danmark hava keypt tvær milliónir jodtablettir at eiga inni, skuldi tað hent, at geislavirkin evni reka inn yvir Danmark. Geislavirkin evni kunnu elva til krabbamein, men tað kunnu jodtablettir verða við til at fyribyrgja.
Orsøkin er ikki, at danskir myndugleikar stúra fyri, at kjarnorkuvápn fara at verða brúkt í krígnum í Ukraina. Og tað er heldur ikki tí, at tey stúra fyri, at eitt kjarmorkiverk í Ukraina verður bumbað, og fer at leka geislavirkin evni.
Danmark er so langt burturi frá Ukraina, at í hesum sambandi fara jodtablettir ikki at gera mun, tí skuldi nakað rikið inn yvir Danmark úr Ukraina, verður tað í so lítlum nøgdum, at tað er einki endamál hjá dønum um at keypa jodtablettir til tað.
Men danskir myndugleikar ásanna, at kríggið í Ukraina er eitt dømi um, hvussu ótrygg støðan í heiminum er og tí vilja tey hava jodtablettir á goymslu, skuldi tað hent, at ein kjarnorkuleki verður stutt frá Danmark.
Lars Fodgaard Møller sigur, at hetta er ein spurningur, hann hevur tosað við landsapotekaran um. Men teir eru samdir um, at tað er endamálsleyst, at føroyingar keypa sær eina stóra goymslu av jodtablettum.
Føroyar eru so fjarskotnar, at vandin fyri, at geislavirkin evni av týdningi reka inn yvir okkum, er so mikroskopiskur, at í roynd og veru er hann at kalla ikki til staðar, sigur landslæknin.
Landslæknin sigur, at har afturat eru jodtablettir dýrar, tær kosta einar 30 krónur stykkið, so tað hevði eisini verið ein dýr søga, at ligið inni við eini goymslu, sum skuldi tryggja alt fólki í Føroyum.
– Men skuldi tað heilt óvæntaða hent, er apoteksverkið í Føroyum eisini ført fyri at gera jodtablettir, og tað fyri ein brotpart av tí, tær annars kosta, sigur landslæknin.











