Handlar skulu ikki sleppa at selja rúsdrekka av nøkrum slagi. Tað halda tey, sum hava skrivað nýggju krabbameinsætlanina, sum nú er handað landsstýrinum.
Tey siga, at tað er væl prógvað, at tað er ein samanhangur ímillum krabbamein og hvussu nógv vit drekka. Ábendingar eru um, at smærri mongdir av rúsdrekka kunnu minka um vandan fyri hjartasjúkum og æðrasjúkum. Men tað er heilt vist, at rúsdrekka í størri nøgdum økir um vandan fyri at fáa fleiri sløg av krabbameini, eitt nú at kalla allastaðni í sodningarskipanini og í livrini.
Tað er eisini viist, at rúsdrekka økir um vandan fyri at fáa krabbamein av royking, og øðrum.
– Vandin fyri krabbameini økist við øktari nýtslu, men vandin fyri at fáa bróstkrabba, og onnur sløg av krabbameini, økist við at drekka bara ein eina øl, ella eitt glas av víni, um dagin.
Hinvegin metir Fólkaheilsuráðið, at sum heild er vandin fyri at fáa krabbamein av rúsdrekka, lágur, um ein heldur seg til tilmælini um, at menn skulu drekka í mesta lagi 14 alkoholeindir um vikuna, og kvinnur í mesta lagi sjey alkoholeindir um vikuna.
Ein alkoholeind er ein snapsur, eitt glas av víni, ella ein vanlig øl. Tey staðfesta somuleiðis, at eini 10-15 prosent av drekka ov illa, serliga ungfólk í aldrinum frá 18 til 26 ár.
Tey, sum hava skrivað krabbameinsætlanina siga, at fyri at tálma rúsdrekkanýtsluni eigur skipanin við Rúsuni at verða varðveitt – og Rúsan eigur eisini at verða framtíðartryggjað.
Endamálið við Rúsuni er at tálma rúsdrekkanýtslun og í roynd og veru stendur valið ímillum eina vælskipaða einkarsølu, sum lýkur tey krøv, ið brúkarin setur, ella eina fría rúsdrekkasølu. Tey siga, at fáa vanligir handlar loyvi at selja rúsdrekka, fer tað nýtslan helst at økjast og sostatt versna eisini teir skaðiligu avleiðingarnar av rúsdrekkanýtsluni.
– Í Svøríki hava granskarar kannað, hvørjar avleiðingarnar høvdu verið, varð einkarsølan tikin av og teirra meting er, at so hevði rúsdrekkanýtslan vaksið 38 prosent. Hetta er tí tað hevði borið til at fingið fatur á rúsdrekka alt samdøgurið, allar dagar í vikuni. Tað hevði økt um nýtsluna hjá teimum, sum frammanundan ikki dugað sær hógv, og hjá teimum ungu.
Tey sum hava skrivað krabbameinsætlanina halda samstundis, at tey, sum ferðast uttanlands, eiga ikki at kunna keypa tollfrítt rúsdrekka og tubbakk, heim aftur við.











