krevur, liggur nýggja Sandshavið nú aftur á Sandi. Her verður riggað til at fara á fyrsta túrin. Av ymiskum, sum er gjørt, síðan skipið kom heim úr Íslandi, hava eitt nú høvuðsmotorur og ein ljósmotorur [...] Petersen, skipari, sigur, at klárt verður at loysa um nakrar dagar. - Vit fara fyrst undir Føroyar at royna skipið. Um alt gongur væl, fara vit síðan til Grønlands at fiska okkara kvotu har yviri, sum er umleið [...] fiski. - Vit hava siglingarloyvi til 17 mans, men í løtuni veit eg ikki, hvussu nógvir verða á fyrsta túri, sum verður ein royndartúrur, sigur Eyðvarur Petersen. Hann leggur aftrat, at teir eru sera spentir
Drangberg-tvíburarnir í Skopun, Martin og Jógvan, eru 32 ár og hava smíðað í 16 ár hvør - ella í 32 ár tilsamans. Báðir eru teir útbúnir og royndir timburmenn, og nú eru teir farnir undir egna fyritøku við navninum [...] útbúnir um somu tíð. - Tað eru 10 ár, síðan vit vórðu útbúnir timburmenn, og vit hava arbeitt sum timburmenn við øllum hugsandi uppgávum og avbjóingum øll árini síðan. Hóast teir eru royndir í leikum og hava [...] Drangberg. Martin og Jógvan eru føddir 28. juni í 1982, og teir eru eineggjaðir tvíburar. Jógvan var hin fyrri, sum varð føddur - og fimm minuttir seinni kom eisini Martin. Teir eru báðir vaksnir upp í Skopun
verið stór eitt nú í flokki forsetans er nú vend við at koma í. Tøknin gerst alt meira framkomin og alt bendir á, at vit kunnu minka um útlátið uttan at lækka okkara livistøði. Føroyar eru millum teirra [...] fyri vinnuna at binda seg til Kyoto protokollina. Millum hesi lond eru USA. Tað eru mong, sum halda, at so leingi ávís stórveldi ikki eru við í Kyoto protokollini um veðurlagsbroytingar, so er alt sum einki [...] umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins. Vit hava mangan lyndi at illskast inn á tey ídnaðarlond, sum dálka okkara havumhvørvi, samstundis sum vit gloyma, at Føroyar uppá seg eru millum teir stóru syndararnar, tá
Jóhan Mortensen vísir á, at vit longu hava hópin av eingangsíløtum í Føroyum, og tað hava vit havt í nógv Harrans ár. - Vit hava eitt nú fruktblikk og onnur blikk við, sum eru eingangsíløt. Stjórin í Restorffs [...] marknaðin, sigur hann. - Nú hava vit bara øl og ikki sodavatn. Tá ið fleiri eru um marknaðin, verður kappingin sjálvsagt størri, men tað verður so útboðið eisini. Hinvegin mugu vit eisini síggja hesa broyting [...] Restorffs Bryggjaríi heldur, at vit føroyingar mugu hugsa realistiskt, og hann heldur ikki, at nakrar haldgóðar umhvørvisligar grundgevingar eru fyri at uppihalda hesum forboði. Spurdur, um Restorff Bryggjarí
skulu, tí tað eru so nógv ferðafólk við, og at biladekkið á Sam javnan er fult av bilum hjá fremmandafólki. – Hetta hevur verið ein stórur trupulleiki hjá kalsoyingum, men nú halda vit, at vit hava funnið [...] funnið eina loysn, sigur Henrik Old. Hann sigur, at nú eru serligir básar til bilar merktir upp á ferjuleguni í Syðradali og í Klaksvík, men hesir básarnir eru nevniliga bara til bilar hjá fólki, sum er fastbúgvandi [...] fastbúgvandi í Kalsoy. – Sostatt hava tey, sum eru fastbúgvandi á Kalsoy nú altíð framíhjárætt til einar fimm, seks vanligar persónbilar við Sam, sigur landsstýrismaðurin. Hann sigur, at tað er í samráð við
Men fyri ein journalist, ið ferðast um allan heim, eru siðvenjur í oyggjasamfeløgum ein perla at skriva um. Vit eru jú so deiliga serlig. Og so finna vit uppá býtt og festlig ting, sum at hoppa á bláman [...] føroyingar gera. Vit eru ein 50-60.000 persóna stórur bólkur, har tey flestu á onkran hátt hava samband við tey flestu. Tí kunnu dillur sum sjóhoppið vaksa seg so sterkar – og stuttligar – og tí eru okkara siðvenjur [...] á fleiri støðum inni í tunli, vit hava høgan skatt á slikki og sodavatni, og so er tað gamla spruttlógin, sum helst ger tey flestu bilsin. Og hvat so? siga tit kanska nú! Hetta er jú gerandiskostur í okkara
vera listafólk burturav er ofta eitt sindur ótrygt fíggjarliga. Tað eru heldur ikki so nógvar kvinnur, ið eru listafólk burturav, og vit hava sett okkum fyri at kanna, hvussu tað riggar at samantvinna tað [...] Biograf og sjónvarp Upptøkur eru gjørdar, meðan listakvinnan arbeiðir, og fylgt verður eisini við henni, tá ið hon hevur eina framsýning í Japan. Fleiri upptøkur skulu nú gerast. – Vit fara at gera upptøkur yvir [...] uttanlands aftur at hava framsýningar, og so ætla vit eisini at spyrja, hvussu hennara list verður móttikin aðrastaðni. Vit fara eisini at fylgja við verkætlanin, nú Sigrun Gunnarsdóttir arbeiðir við listprýðingini
árstalið at bleiktra. Í ár eru vit boðin til vinfólk til forkunnuga máltíð. Vit fáa dunnu, sum verður stokt á grillkoli. Fýrverk verður skotið á midnátt, og sum vanligt vænti eg, at vit fara til nýggjársrøðu [...] u og felagssang. Tað sigur Jørgen Niclasen, nú árið 2016 er endanum nær. Hann vísir á, at tað serliga eru tvær hendingar í árinum, sum hava verið serstakar. - Onnur, tá beiggi mín kom til Suðurgrønlands [...] útróðarmenn eru komnir á hesar víkir við bjálkum og blikki at seta búgv og vinna til lívsins uppihald. Hóast oyðið, so angaði av lívi á øllum plássunum. - Vóru ikki sørt stolt av at verða føroyingar, tá vit sóu
regularitet, sigur stjórin á Landsverki. Og arbeiðið er nú komið so langt, at í seinasta lagi um tvær vikur fáa vit greiði á, hvussu floglíkindini eru á Glyvursnesi og í Søltuvík aftur ímóti í Vágum, sigur [...] áðrenn vit vita, hvar ein framtíðarflogvøllur liggur best. Vit spurdu Oyvind Brimnes um hann heldur at tað er samfelagsliga rætt, at politiski myndugleikin tekur eina so stóra avgerð, tá ið vit um bara [...] flogvøll. Í fleiri ár eru veðurmátingar gjørdar á Glyvursnesi og í Søltuvík fyri at kanna floglíkindini á hesum støðunum. Hendan seinasta tíðin er brúkt upp á at greina upplýsingarnir, sum eru fingnir til útvega
framvegis talan um vøkstur og tað verða framvegis góðar tíðir í Føroyum. Nú hann er í ferð við at fyrireika fíggjarlógina fyri 2008, eru umfatandi metingar gjørdar av búskaparligur gongdini í ár og næsta ár [...] stórur vøkstur, tí vit skulu ikki gloyma, at eisini í fjør var talan um stóran vøkstur. Í ár fer innflutningurin av vanligum nýtsluvørum at veksa heili 18% afturímóti í fjør. Nýtsluvørur eru allar vanligar [...] men ikki byggitilfar. Í ár eru eisini heili 30% fleiri bilar skrásettir, enn tað vóru í fjør. - Sostatt er talan um ein øgiliga stórur vøkstur í innflutninginum í ár, tí vit skulu ikki gloyma, at í fjør