Hava nú loyst ein stóran trupulleika hjá fólki í Kalsoynni

 Nú hava kalsoyingar fingið fyrstarætt til at ferðast við strandfaraskipinum, Sam, við bili.

 

Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum sigur, at tað hevur leingi verið ein stórur trupulleiki hjá kalsoyingum, at teir sleppa ikki at ferðast ímillum Kalsoy og Klaksvík við bili tá ið teir skulu, tí tað eru so nógv ferðafólk við, og at biladekkið á Sam javnan er fult av bilum hjá fremmandafólki. 

 

– Hetta hevur verið ein stórur trupulleiki hjá kalsoyingum, men nú halda vit, at vit hava funnið eina loysn, sigur Henrik Old. Hann sigur, at nú eru serligir básar til bilar merktir upp á ferjuleguni í Syðradali og í Klaksvík, men hesir básarnir eru nevniliga bara til bilar hjá fólki, sum er fastbúgvandi í Kalsoy.

 

– Sostatt hava tey, sum eru fastbúgvandi á Kalsoy nú altíð framíhjárætt til einar fimm, seks vanligar persónbilar við Sam, sigur landsstýrismaðurin. Hann sigur, at tað er í samráð við kalsoyingar, at teir hava fingið framíhjárætt til fimm, seks pláss. Og nú skipanin hevur verið í gildið í eina viku, lata kalsoyingar væl at, leggur hann afturat.

 

Landsstýrismaðurin sigur, at tey hava ikki frætt annað frá kalsoyingum enn at skipanin hevur virkað eftir ætlan, so nú sleppa kalsoyingar aftur og fram, tá ið teir vilja. Men tá ið summarið er farið, og streymurin av ferðafólki hæsar av, verður skipanin eftirmett, og verður niðurstøðan at broytingar skulu gerast, verða tær gjørdar, staðfestur Henrik Old.

 

Hann leggur kortini afturat, at tað liggur eisini ein ábyrgd á kalsoyingum sjálvum at fáa skipanina at rigga. Treytin er, at teir taka hana í álvara, so at teir serliga frámerku bilbásarnar bara verða brúktir til tey, sum eru fastbúgvandi í oynni, og ikki til onnur.

 

– Hetta er ein roynd at skipa samerðsluviðurskiftini hjá kalsoyingum betri, sigur Henrik Old. Hann sigur, at næsta stigið verður at skipa fyri betri busskoyring í Kalsoy.

 

– Sum støðan er nú, eru so nógv fremmand ferðafólk í Kalsoy við bili, at tað elvir til trupulleikar, tí tað hendir seg meiri enn so, at tey at kalla bara tveita bilin frá sær sum best ber til, og so standa teir til miklan ampa hjá øðrum. 

 

Tí er ætlanin at bøta um busskoyringina, so at bussur í Syðradali tá ið Sam kemur, og at hann koyrir heilt til Trøllanesar – og koyrir aftur til Sam, soleiðis at tað ikki er neyðugt hjá fólki at hava egnan bil við, sigur Henrik Old.