Føroyski búskapurin linkar í kongunum

Búskaparligi vøksturin í Føroyum fer at hæsa av næsta ár, men kortini verður eisini 2008 eitt gott ár

Føroyski búskapurin er nú við at linka í kongunum.

Tað vísa tær nýggjastu metingarnar hjá Magna Laksáfoss, landsstýrismanni í fíggjarmálum.

Men hóast hóast tann stóri vøksturin, sum hevur verið, er linkaður, merkir tað ikki, at afturgongd er í búskapinum.

- Næsta ár verður framvegis talan um vøkstur og tað verða framvegis góðar tíðir í Føroyum.

Nú hann er í ferð við at fyrireika fíggjarlógina fyri 2008, eru umfatandi metingar gjørdar av búskaparligur gongdini í ár og næsta ár.

Í hesum sambandi hevur hann havt fundir við vinnuna, Landsbankan og Hagstovuna um gongdina í ár og útlitini fyri næsta ár.

Nýggjasta metingin vísir, at í ár verður búskaparligi vøksturin 10% í leypandi prísum.

Verður lagt upp fyri inflatiónini, verður tann veruligi vøksturin í búskapinum í ár eini 7%.

- Tað er ein øgiliga stórur vøkstur, tí vit skulu ikki gloyma, at eisini í fjør var talan um stóran vøkstur.

Í ár fer innflutningurin av vanligum nýtsluvørum at veksa heili 18% afturímóti í fjør.

Nýtsluvørur eru allar vanligar vørur til húsarhaldið, matur, innbúgv, hvítvørur o.s.fr., men ikki byggitilfar.

Í ár eru eisini heili 30% fleiri bilar skrásettir, enn tað vóru í fjør.

- Sostatt er talan um ein øgiliga stórur vøkstur í innflutninginum í ár, tí vit skulu ikki gloyma, at í fjør var eisini talan um stóran vøkstur afturímóti 2005.

Men Magni Laksáfoss væntar ikki, at vøksturin fer at vera líka stórur næsta ár.

- Útlit eru til, at toskafiskiskapurin fer at minka, men afturfyri er vøkstur væntandi í alivinnuni. Samstundis sær út til, at forbrúkið fer ikki at vera líka stórt næsta ár og væntandi fer ávirkanin av rentuhækkingunum at sláa rættiliga ígjøgnum næsta ár.

Næsta ár vænta vit at vøksturin fer at vera 5% í leypandi prísum. Men verður lagt upp fyri inflatiónini, vænta vit, at veruligi vøksturin næsta ár verður 2%-3%.

- Sostatt hæsar vøksturin av. Men talan verður framvegis um góðar tíðir og talan verður framvegis um góðan vøkstur í búskapinum, sigur landsstýrismaðurin.

Les eisini hina greinina her á síðuni: Magni vil hava 300 milliónir í yvirskoti.