Tvíburar við egnari byggifyritøku

Drangberg-tvíburarnir eru 32 ár, og teir hava smíðað í 16 ár hvør - ella í 32 ár tilsamans.

Drangberg-tvíburarnir í Skopun, Martin og Jógvan, eru 32 ár og hava smíðað í 16 ár hvør - ella í 32 ár tilsamans. Báðir eru teir útbúnir og royndir timburmenn, og nú eru teir farnir undir egna fyritøku við navninum Drangberg.

 

Martin og Jógvan eru føddir 28. juni í 1982, og teir eru eineggjaðir tvíburar. Jógvan var hin fyrri, sum varð føddur - og fimm minuttir seinni kom eisini Martin. Teir eru báðir vaksnir upp í Skopun, men Martin var bara 16 ára gamal, tá hann flutti úr Skopun og fór á Tekniska skúla.

 

Sum ungur fór Jógvan at smíða hjá Jákupi Martin Sørensen, timburmeistara, í Húsavík, og her var hann at kalla, til hann fór í læru sum timburmaður. Martin smíðaði eisini, áðrenn hann fór í læru.

 

Báðir fóru teir sum blaðungir í læru sum timburmenn hjá byggifelagnum Kanjon í Klaksvík, og báðir vórðu teir útbúnir um somu tíð.

 

- Tað eru 10 ár, síðan vit vórðu útbúnir timburmenn, og vit hava arbeitt sum timburmenn við øllum hugsandi uppgávum og avbjóingum øll árini síðan.  

 

Hóast teir eru royndir í leikum og hava smíðað øll hesi ár, hava Martin og Jógvan ikki havt egna fyritøku áður, men hava smíðað hjá ymiskum timburmeistarum, bæði í Føroyum og uttanlands.

 

Annar hevur arbeitt í Danmark í eini 7-8 ár og hin í eini fimm ár tilsamans. Í eini tvey ár arbeiddu teir hjá somu fyritøku í Danmark.

 

Martin og Jógvan siga, at nú teir hava valt at fara undir byggifyritøkuna Drangberg, er hetta fyrstu ferð, at teir bjóða seg fram sum sjálvstøðugir byggimeistarar.

 

- Gjøgnum øll hesi ár í timburfakinum innan ymisk øki og ymiskar byggiverkætlanir og í sínari tíð í læru hjá byggifyritøkuni Kanjon, hava vit fingið ta læru, royndir og hollu vitan, sum skal til fyri at reka eina slíka fyritøku.

 

Eftir at byggifyritøkan Drangberg varð skrásett í heyst, fóru Martin og Jógvan Drangberg 11. november í ár út til fyrstu uppgávurnar í egnari fyritøku, og teir hava góðar vónir um, at hetta fer at bera væl til.