Vildu ikki bíða í tvær vikur

Løgtingið hevur nú endaliga samtykt ætlanin at byggja flogvøllin í Vágum út, hóast tað eru bara tvær vikur til ein kanning fyriliggur sum vísir, hvar í Føroyum ein flogvøllur liggur best

Løgtingið hevur í morgum endaliga avgreitt málið um at byggja flogvøllin í Vágum út á 1799 metrar.
Útbyggingin varð einmælt samtykt og kostar 365 milliónir.
Hetta hendir hóast tað bara eru tvær vikur til úrslitið fyriliggur av eini kanning sum vísir, hvar í Føroyum, tað er best at leggja ein flogvøll.
Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki, sigur nevniliga, at seinni í hesum mánaðinum er úrslitið nevniliga klárt av eini stórari kanning sum hevur til endamáls at vita, hvar í Føroyum, tað er best at leggja ein flogvøll.
Í fleiri ár eru veðurmátingar gjørdar á Glyvursnesi og í Søltuvík fyri at kanna floglíkindini á hesum støðunum.
Hendan seinasta tíðin er brúkt upp á at greina upplýsingarnir, sum eru fingnir til útvega í hesum mátingunum.
- Endamálið við kanningini er at vita, hvar ein flogvøllur liggur best, tá ið hugsað verður vind, turbulens, sýni og regularitet, sigur stjórin á Landsverki.
Og arbeiðið er nú komið so langt, at í seinasta lagi um tvær vikur fáa vit greiði á, hvussu floglíkindini eru á Glyvursnesi og í Søltuvík aftur ímóti í Vágum, sigur stjórin á landsverki.
Einstakir politikarar hava annars fýlst á, at Løgtingið tekur endaliga avgerð um at byggja flogvøllin í Vágum út fyri fleiri hundrað milliónir, áðrenn vit vita, hvar ein framtíðarflogvøllur liggur best.
Vit spurdu Oyvind Brimnes um hann heldur at tað er samfelagsliga rætt, at politiski myndugleikin tekur eina so stóra avgerð, tá ið vit um bara tvær vikur fáa at vita, hvar tað er best at gera íløgur í ein framtíðar flogvøll.
Men tað vil hann ikki svara upp á, tí hann sigur, at tað er ein politiskur spurningur.
Nakrir fáir politikarar hava verið ivingarsamir um útbyggingina, serliga John Johannessen og Poul Michelsen. Eitt nú hava teir víst á, at tað er rætt at bíða eftir kanningini, sum Landsverk fer at almannakunngera um tvær vikur.
Men teir stúra eisini fyri, at verða 365 milliónir brúktar til at byggja vøllin í Vágum út fyri, fer at tað skjóta allar ætlanir um ein framtíðartryggjaðan flogvøll eini 25-35 ár fram í tíðina.