Biograffilmur verður gjørdur um Sigrun Gunnarsdóttir

Ein dokumentarfilmur verður nú gjørdur um Sigrun Gunnarsdóttir og hennara list. Tað verður bæði ein biografútgáva og ein styttri sjónvarpsútgáva av filminum

– Talan er um dokumentarfilm, har fylgt verður við listakvinnuni og spurt verður inn til, hvat hon vil við listini, og hvat er drívmegin, sigur Jón Hammer, framleiðari.

Filmurin verður framleiddur av Rógviper í samstarvi við Kykmyndir. Tað eru tey fýra: Marianna Mørkøre, Beinta á Torkilsheyggi, Rógvi Rasmussen og Jón Hammer, sum arbeiða við verkætlanini.

Umframt at fylgja Sigruni Gunnarsdóttir og lýsa hennara gerandisdag, verður eisini spurt inn til, hvussu tað er at liva sum listafólk burturav.

– At vera listafólk burturav er ofta eitt sindur ótrygt fíggjarliga. Tað eru heldur ikki so nógvar kvinnur, ið eru listafólk burturav, og vit hava sett okkum fyri at kanna, hvussu tað riggar at samantvinna tað við familjulívið, sigur Jón Hammer.

Fingið 2,5 milliónir í stuðli

Grunnurin Norddok hevur fyri stuttum stuðla verkætlanini. Teir hava 10 milliónir krónur at geva út av til dokumentarfilmir og sjónvarpsframleiðslur um Grønland, Føroyar og Danmark.

Føroyska verkætlanin ”Heartist”, sum er dokumentarurin um Sigrun Gunnarsdóttir, hevur fingið 2,4 milliónir krónur í stuðli úr hesum grunninum.

Filmsgrunnurin hevur áður stuðla við umleið 100.000 krónum. Eiðis kommuna hevur eisini stuðla við 50.000 krónum.


Biograf og sjónvarp

Upptøkur eru gjørdar, meðan listakvinnan arbeiðir, og fylgt verður eisini við henni, tá ið hon hevur eina framsýning í Japan. Fleiri upptøkur skulu nú gerast.

– Vit fara at gera upptøkur yvir fýra ymisk tíðarskeið. Ætlanin er at fylgja listakvinnuni, tá ið hon fer uttanlands aftur at hava framsýningar, og so ætla vit eisini at spyrja, hvussu hennara list verður móttikin aðrastaðni. Vit fara eisini at fylgja við verkætlanin, nú Sigrun Gunnarsdóttir arbeiðir við listprýðingini av lekjandi list til nýggja H-bygningin, sigur Jón Hammer.

Ætlandi verður biografilmurin umleið hálvan annan tíma, og hann skal eisini umsetast til danskt og grønlendskt. Ætlanin er eisini at fáa hann sýndan á onkrum festivali úti í heimi.
Sjónvarpsútgávan verður ein tíma ella styttri. Kringvarpið er eisini áhugað at vísa filmin.

Lesið longri samrøðu við listakvinnuna Sigrun Gunnarsdóttir í vikuskiftissosialinum, sum er at fáa til keyps í sølubúðum kring landið.