Sterkar kenslur á útróðrarplássum

- Mín fyrsta vitjan á flogskiparaskúlanum í Roskilde hevur eisini fest seg í minnið, sigur Jørgen Niclasen, løgtingsmaður.

Nýggjárið hjá Jørgeni Niclasen, løgtingsmanni, verður hildið saman við familju og vinum í Sørvági.

 

- Her kemur øll bygdin at lýsa við blikkum, og á fjallinum kemur nýggja árstalið at bleiktra. Í ár eru vit boðin til vinfólk til forkunnuga máltíð. Vit fáa dunnu, sum verður stokt á grillkoli. Fýrverk verður skotið á midnátt, og sum vanligt vænti eg, at vit fara til nýggjársrøðu og felagssang.

 

Tað sigur Jørgen Niclasen, nú árið 2016 er endanum nær. Hann vísir á, at tað serliga eru tvær hendingar í árinum, sum hava verið serstakar.

 

- Onnur, tá beiggi mín kom til Suðurgrønlands eftir okkum - familjuni - og sigldi okkum til mongu útróðrarplássini hjá føroyingunum á grønlendsku vesturstrondini. Forvitni og sterkar kenslur runnu runt í kroppinum at vitja hesi oyðupláss.

 

Jørgen Niclasen sigur, at føroyskir útróðarmenn eru komnir á hesar víkir við bjálkum og blikki at seta búgv og vinna til lívsins uppihald. Hóast oyðið, so angaði av lívi á øllum plássunum.

 

- Vóru ikki sørt stolt av at verða føroyingar, tá vit sóu, hvussu stórt áræði og vilja hesi mongu hava lagt í.

 

Løgtingsmaðurin sigur, at hansara fyrsta vitjan á flogskiparaskúlanum í Roskilde eisini hevur fest seg í minnið.

 

- Eg smeyg mær inn í lítla flogfarið, har dóttirin sat við stýripinnunum. Túrurin var heldur djarvur, tí instruktørurin hevði planlagt ein túr við mongum óvanligum støðum, har dóttirin skuldi megna at fáa flogfarið á rætt.

 

Jørgen Niclasen ásannar, at hjartað hesa løtu sat heldur ovarlaga, men hann mátti ikki órógva, og tí heldur hann, at hann hesa løtu helst hevur sæð út sum ein, ið er til føðifyrireiking. Skiftivís andaði hann tungliga djúpt og so kvikliga týtt, meðan dóttirin fyrimyndarliga stýrdi flogfarinum úr ymisku støðunum.

 

- Mítt arbeiði er í fólksins tænastu. Komandi árið fari eg eftir bestu sannføring at tæna fólkinum í vónini um eitt enn betur heimland. At enda vil eg ynskja øllum eitt gott nýggjár, eru seinastu orðini hjá løgtingsmanninum nú uppundir ársskiftið.