?
ES samtykti Koyoto í 1998 og síðan hava heilt nógv av heimsins londum boðað frá, at tey taka undir við sáttmálanum. Nøkur stór ídnaðarlond eru tó enn uttanfyri. Hetta eru lond, sum antin meta sáttmálan sum eina forðing fyri ídnaðarmenning t.d. Kina ella lond, sum heilt einfalt halda tað vera ov dýrt fyri vinnuna at binda seg til Kyoto protokollina. Millum hesi lond eru USA. Tað eru mong, sum halda, at so leingi ávís stórveldi ikki eru við í Kyoto protokollini um veðurlagsbroytingar, so er alt sum einki. Tey siga sum so: hvat hjálpir, at nøkur minka um útlatið, tá onnur ikki gera tað?
Hetta er sera skeivur hugsunarháttur. Allur bati bøtir, og hvørja ferð eitt land ella eitt ríkjasamband tekur undir við Kyoto, so økist trýstið á tey, sum enn himprast. Umhvørvisspurningar fáa alt meira pláss í politiska orðaskiftinum. Í USA, har mótstøðan móti Kyoto hevur verið stór eitt nú í flokki forsetans er nú vend við at koma í. Tøknin gerst alt meira framkomin og alt bendir á, at vit kunnu minka um útlátið uttan at lækka okkara livistøði.
Føroyar eru millum teirra, sum himprast við at taka undir við Kyoto. Tey, sum eru ímóti, skylda uppá veiðiflotan og uppá eina komandi oljuvinnu. Henda støða er ikki haldgóð. Granskarar ávara og seinasta ávaringin kom frá okkara mæta granskara Boga Hansen, tá hann í fjør heyst fekk umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins. Vit hava mangan lyndi at illskast inn á tey ídnaðarlond, sum dálka okkara havumhvørvi, samstundis sum vit gloyma, at Føroyar uppá seg eru millum teir stóru syndararnar, tá hugsað verður um útlát av skaðiligum evnum. Kanska útlatið ikki vigar so tungt í heimshøpi, men hetta leggur á okkum eina moralska ábyrgd, sum er tung at bera.Tjóðveldsiflokkurin hevur lagt uppskot fyri løgtingið um, at Føroyar skulu taka undir við Kyoto. Hetta er eitt gott uppskot, sum allir tingflokkar áttu at kunna tikið undir við.
Sosialurin