at tá ein sáttmáli er uppsagdur, so er einki galdandi, og tað skal so at siga byrjast frá botninum av. Tað er rætt, at vit hava onga høvuðsavtalu, og tað er rætt, at í prinsippinum er eingin sáttmáli galdandi [...] og vit halda, at arbeiðsgevarin er sera stívrendur við ikki at vilja virða tað, sum semja áður er gjørd um. Ósemjan snýr seg í høvuðsheitinum um tveir lutir. Annar er lønarkravið. Tann spurningin fara [...] viðmerkingar til her, og vit rokna við og hava tað álit á pørtunum í trætuni og semingsmonnunum, at tað sum í øllum øðrum førum fer at bera til at finna eina semju um hetta. Hin spurningurin er hámarkstalið
um, hvør er sterkasti risin her á leið, og tað hevur við sær, at landskappingardysturin millum HB og NSÍ er útsettur til mánakvøldið. Tað hevur Ion Geolgau, venjarin hjá HB, einki ímóti: ? Tað er kærkomið [...] teir eru tveir móti einum hava teir ongar trupulleikar í luftspælinum. Men hetta vita vit av, og so er setningurin at spæla flatt innfyri málið, og tað fari eg at biðja mínar spælarar royna. So fáa vit
hesum máli, eitt nú samráðingarleiðarin. Tað er ov bíligt, tað er ósakligt, tað er tendensiøst og tað er ósolidariskt við restini av Føroyum, nú tá málið loksins er loyst, og tað eru aðrir enn Edmund Joensen [...] úrslitið gjørdist ikki nóg gott. Tí hetta er eitt postulát - hetta er nakað, sum man bara kann slongja út uttan at hava eitt einasta eitt prógv fyri tí. Hetta er so mikið burturvið, at man loyvir sær at [...] roknaði so við at fáa somu bretar at geva seg politiskt og geva honum eina avtalu, sum er betri enn verandi avtala. Eisini her kemur vantandi logikkurin hjá formanni sambandsfloksins til sjóndar. Soleiðis samráðist
in? -Ein veit ongantíð, hvat kemur burtur úr har. Munurin nú er tann, at her kunnu báðir partar semjast um eina loysn, meðan tað í Haag er ein triði partur, sum kann finna onkra heilt aðra loysn. -Hava [...] Jan Müller -Tað gleðir meg stórliga, at ein avtala nú er rokkin um markið, sum báðir partar eru nøgdir við. Hetta sigur Anthony Layden, fyrrverandi limur í bretsku samráðingarnevndini. Hann starvaðist [...] greitt, at tey fegin vilja sleppa at bora í økinum. Samanumtikið heldur Anthony Layden, at avtalan er góð fyri báðar partar, hóast hann ikki dylur fyri, at teir kundu ynskt sær eitt sindur meira av øki
At kórini her á landi hittast á kórstevnu er árlig hending. Einaferð árliga hittast tey,ið á einhvønn hátt luttaka í kórsangi, til stevnu. Hugaligt er, at kórtónleikurin og kórmentanin her á landi savnar [...] savnar fólk í hópatali. Eisini er hugaligt, at hesi koma saman yvir landa- og bygdamark. Í ár hava kirkjukórið Ljómur og Røddir sett øllum kórsangarum í Føroyum stevnu í Vági. Eisni luttekur íslendskt kór
No Limits. Ásamkomu í 3'aranum í SMS í gjár, løgdu útgevararnir fløguna fram og er hon nú til keyps um alt landið. Talan er um dygdargóða fløgu og við sera góðari ljóðgóðsku. Nýggi stjórin í Norðurlandahúsinum [...] tónleik,tí her hava teir eina dygdarvøru at vísa á. Helga Hjorvar sigur, at hon vil gera alt fyri at fáa føroyskan tónlei,k út í heim. Hon vísir á, at endamálið við Norðurlandahúsinum júst er at fáa mentan [...] Henda megnar finala, ið er tann besta á so mongum økjum í føroysku prix søguni higartil. Nú ber til at seta seg afturá í stovuni og njóta føroyskan live tónleik, eftir at hann er viðgjørdur av kønum hondum
km/t. Hetta er ógvuslig dømi, men hetta er veruleikin og royndir visa, at verða fólk ákoyrd við meira enn 30 km/t so er einki at gera, so liggja tey eftir á. Er ferðin minni enn 30 km/t, er møguleiki fyri [...] kann taka seg út, er ferðin. Í Føroyum hava vit tvey alment galdandi ferðmørk, nevniliga 80 km/t uttanfyri bygt øki og 50 km/t í bygdum øki. Vanliga hugsanin millum fólk er, at 50 km/t er ikki nógv ferð. [...] Og rætt er tað, at á góðum og breiðum vegi, har útsynið er gott og bilurin er stórur og nýggjur, kunnu 50 km/t tykjast at vera sniglaferð. Men 50 km/t eru ikki at spæla við. Situr tú í bili, ið rennur
barnagarð, men borgmeistarin er ítróttarmaður, ein frísk sál í einum frískum likami, og hetta er sportur, stuttligt at síggja, tá tey gomlu fara sjølkandi út um garðarnar. Hvussu er tað Nordahl Grieg sigur: [...] til eldrarøkt er ivaleyst orsøkin til, at starvsbólkurin, sum valdur varð at tala sak teirra eldru fyri stuttari tíð síðan skrivliga fekk upplýst, at als eingin skipaður eldrapolitikkur er í Gøtu kommunu [...] vídd 130 m2, har er 2,5 m millum syllar t.v.s. at Gøtu kommuna eigur umleið 580 m2 gólvvídd, sum nýtast kunnu til kommunal endamál. Gev so barnagarðinum 180 m2, tá eru 400 m2 eftir. Rúm er meira enn nóg mikið
eini 20-25 pst. seinastu fýra árini. ? Men tað er ikki tí at bruttolønin er hækkað, men av tí at skattuin er linari og tann útgoldna lønin eftir skatt er hægri, segði Óli Breckmann í fyrispurningi sínum [...] hesum legði Karsten Hansen upp til, at tað ikki er rætt í løtuni at lækka skattin herheima í løtuni. Føroyski búskapurin er í støðugum vøkstri, arbeiðsloysið er lágt, eftirspurningurin høgur og uttanlandsskuldin [...] Innlánsrentan er so lág í løtuni, at kroysta vit inflatiónina uppeftir, so er vandi fyri at uppspararnir fáa eina negativa realrentu, segði Karsten Hansen. Tað sum hann vísir á merkir, at inflatiónin er hægri
tað ikki er hansara ætlan at privatisera Føroya Banka í verandi løtu. ? Samgongan hevur als ikki viðgjørt málið um Føroya Banki skal privatiserast ella ikki, og tí er hatta ikki nakað, sum er til viðgerðar [...] sær 10 pst. kundi hann nú bert ogna sær upp til eitt pst, og tað er tað, sum liggur á privatum hondum í dag. Ímóti privatisering Tað er eingin loyna, at Javnaðarflokkurin klárt og greitt hevur boðað frá [...] bankaskipanina, er henda púra trygg ídag. ? Henda tryggleika eiga vit at varðveita heldur enn at fara at »jonglera« við trygdini í bankakervinum«. Karsten Hansen legði afturat, at tað er Føroya fólk, sum