Kórstevan í Suðuroy byrjað

At øll kórini í landinum hittast til kórstevnu, er árlig hending. Hósdagin byrjaði kórstevnan '99 í Vági

Kórsangurin í Føroyum tykist blóma. Nærum hvør bygd hevur sítt kór, umframt ymiskar aðar samansetingar, ið fjølga um henda tátt í mentanarlívi okkara. At føroyingar eru fólk, ið geva tónlistini ans, ivast fáur í, tá ein sær luttøkuna til árligu kórstevnurnar.


At kórini her á landi hittast á kórstevnu er árlig hending. Einaferð árliga hittast tey,ið á einhvønn hátt luttaka í kórsangi, til stevnu. Hugaligt er, at kórtónleikurin og kórmentanin her á landi savnar fólk í hópatali. Eisini er hugaligt, at hesi koma saman yvir landa- og bygdamark.


Í ár hava kirkjukórið Ljómur og Røddir sett øllum kórsangarum í Føroyum stevnu í Vági. Eisni luttekur íslendskt kór. Hóskvøldið sungu tey ymsu kórini í ymsum plássum í Suðuroynni. Í VágsKirkju sungu Felagskórið Gøta/Leirvík, Fuglafjarðar Manskór og Íslandskór.