Alt fyri at fáa føroyskan tónleik út í heim

Á samkomu í 3'aranum í SMS í gjár, varð fløgan við tónleki frá Prix Føroyar finaluni almentløgd fram.

Nú hava føroyingar høvi at ogna sær tónleikin frá Prix Føroyar finaluni. Bólkarnir, sum ið hørðu undankappingunum megnaðu at koma í finaluna, luttaka á fløguni við einum lag í part. Tó hava bólkarnir, ið gjørdustnummar 1,2 og 3 fingið tvey løg við. Eisini luttaka vinnararnir frá kappingunum í 1995 og '97 við hvør sínum lag. hettaeru Moirae pg Mark No Limits.


Ásamkomu í 3'aranum í SMS í gjár, løgdu útgevararnir fløguna fram og er hon nú til keyps um alt landið. Talan er um dygdargóða fløgu og við sera góðari ljóðgóðsku.


Nýggi stjórin í Norðurlandahúsinum, Helga Hjorvar, metir fløguna at vera hent amboð hjá bólkunum, um teir ætla sær víðari. Fløgan kann vera hent, um bólkarnir ætla at kunna plátufeløg um sín tónleik,tí her hava teir eina dygdarvøru at vísa á.


Helga Hjorvar sigur, at hon vil gera alt fyri at fáa føroyskan tónlei,k út í heim. Hon vísir á, at endamálið við Norðurlandahúsinum júst er at fáa mentan úr øðrum londum hendaveg og at senda umboð úr Føroyum til grannalondini.


Tað var fráfarni stjórin í Norðurlandahúsinum, Peter Turtschaninoff, ið tók stig til Prix Føroyar kappingarnar. Nýggi stjórin sigur, at kappingarnar fara at halda fram og einastu broytingarnar vera tær náttúrligu broytingarnar, ið kunnu gera kappingina betri.


Men til næsta kapping verður um góð tvey ár, kunnu føroyingar ogna sær fløguna við tónleikinum frá finaluni í ár. Henda megnar finala, ið er tann besta á so mongum økjum í føroysku prix søguni higartil.


Nú ber til at seta seg afturá í stovuni og njóta føroyskan live tónleik, eftir at hann er viðgjørdur av kønum hondum í Keypmannahavn.Og úrsliti er framúr og tað eiga ikki minst føroyskir tónleikarar og ljóðtøkningar tøkk fyri.