Jan Müller
-Tað gleðir meg stórliga, at ein avtala nú er rokkin um markið, sum báðir partar eru nøgdir við.
Hetta sigur Anthony Layden, fyrrverandi limur í bretsku samráðingarnevndini. Hann starvaðist í fleiri ár á bretsku sendistovuni í Danmark og var har ein av undangongumonnunum fyri at økja um samvinnuna millum Føroyar og Bretland.
Seinastu tíðina hevur hann verið á høgum støði í uttanríkisráðnum í London - til hann so nýliga varð settur sum sendiharri í Marokko.
Anthony Layden hevur verið við í samráðingunum um markið frá fyrst í 90-unum til fyri kortum.
Vit spurdu hann, um hann hevði ímyndað sær hetta úrslitið, tá samráðingarnar gingu uppá tað harðasta. -Tað vóru tíðir, tá vit ivaðust í, um tað bar til at koma til eitt úrslit. Men sjálvur havi eg altíð hildið, at endaliga úrslitið fór at líkjast hesum, sum nú liggur á borðinum.
-Hvat hevði komið burtur úr, um málið fór til Haagdómstólin?
-Ein veit ongantíð, hvat kemur burtur úr har. Munurin nú er tann, at her kunnu báðir partar semjast um eina loysn, meðan tað í Haag er ein triði partur, sum kann finna onkra heilt aðra loysn.
-Hava oljufeløgini ikki lagt stórt trýst á bretsku stjórnina fyri at fáa eina loysn nú?
-Eg havi altíð roknað við einum ella øðrum trýsti, men tað hevur ikki víst seg í so stóran mun. Oljufeløgini hava bara gjørt greitt, at tey fegin vilja sleppa at bora í økinum.
Samanumtikið heldur Anthony Layden, at avtalan er góð fyri báðar partar, hóast hann ikki dylur fyri, at teir kundu ynskt sær eitt sindur meira av øki, men takkað verið føroyska støðufestinum fingu Føroyar meira ella minni tað mark, sum føroyingar kravdu frá fyrsta degi.
-Høvdu tit ikki verið so avgjørdir, høvdu tit kanska ikki havt fingið tað økið, sum tit í dag hava fingið í avtaluni. Høvdu tit hinvegin verið minni avgjørdir, so høvdu tit kunnað fingið eina loysn fyrr.
Tá vit nevna upprunaliga kravið, sum rakk langt inn á landgrunnin - og fasthalda, at tað var órímuligt, sigur Anthony Layden, at hetta skuldi skiljast sum teirra boð uppá eitt mark og var tað eftir teirra tykki í tráð við fleiri dómar um mark, har annað enn miðlinjan var avgerandi.
Uppá fyrispurning hví teir loksins góðtóku miðlinjuna vísir hann á eina búskaparliga kanning teir høgru fyri nøkrum árum síðani. Henda vísti, at tað var meira lønandi at fáa eina miðlinju enn at bíða í fleiri ár eftir eini avgerð frá Haag, sum kanska gav einum eitt sindur meira av øki. Tí ein miðlinjuloysn hevur við sær, at tú kanst fara undir oljuboring beinanvegin - frá báðum síðum.
Vit spurdu Anthony Layden, hvat hann heldur um úttalilsini hjá Edmund Joensen um, at føroyingar høvdu fingið eina betri avtalu, um farið var tann politiska vegin nú móti endanum.
-Eg dugi ikki at síggja, hvussu føroyingar høvdu kunnað fingið eina betri avtalu. Vit vórðu heldur ikki samdir í hasum, tí fólk á hægsta politiska støði kunnu ongantíð vita nóg mikið um smálutirnar. -Eg kann tó ikki siga hetta við vissu. Tað er so mín persónliga áskoðan, at fundur á hægsta politiska stigi hevði ikki neyðturviliga givið føroyingum eina betri loysn.
Við síni vitan um føroysk-bretska samvinnu heldur Anthony Layden, at nýggja marknaavtalan er avgjørt ein nýggj byrjan, sum fer at lata nógvar hurðar upp fyri fruktagóðum samstarvi í framtíðini.
-Eg haldi eisini, at henda ósemja hevur verið ein meinbogi fyri samvinnuna alt ov leingi, og tí eri eg sera fegin um, at vit kunnu kunnu arbeiða við meira konstruktivum og ítøkiligum uppgávum.
Hann leggur aftrat, at fólk teirra á sendistovunum og í uttanríkisráðnum hava ymsar áskoðanir um, hvat hetta skal vera.