Neyst til elsta 10 mannafarið í Vestmanna

Nú verður eitt av neystunum sett í stand, sum kommunan eigur niðri við hylin frammanfyri John´sa handil. Ætlanin er, at neystið skal hýsa elsta 10 mannafarið í Vestmanna

Elsti Vestmenningur, sum í dag vanliga verður nevndur Gamli, varð smíðaður av Jógvani í Skálum í 1927 og sigst at vera fyrsti bátur í Føroyum, ið er smíðaður til kappróður. Hann hevur eitt mentanarligt virði, sum bygdarráðið og VÍF Kappróður í felag vilja varðveita.

 

Vestmanna kommuna skrivar, at umstøðurnar verða nú góðar og Gamli fer at standa so prýðiiligur við sýnisglugga omaneftir, í dagførda neystinum.

 

##med2##

 

Um neystið

 

Í ovaru neystahæddini verður eitt opið rúm, ið kann brúkast til ymiskt virksemi, við sýni niður á Gamla,

 

Tað er Laila Mote, arkitektur og vestmenningur, sum hevur sniðgivið.

 

– Sniðuppskotið er einfalt, við denti á, at báturin skal vera lætt sjónligur uttanífrá, men vardur fyri veðri og dagsljósi. Alt er hugsað í samljóð við grannalagið og hini neystini. Tað einfalda tryggjar, at hvíti báturin, við grønum og gulum strípum, skilur seg frá og verður sjónligur, sigur Laila Mote.

 

##med3##

 

Langtíðarætlan fyri økið

 

Neystini frammanfyri snotuliga, ljósagula handilin hjá John, hava í mong ár staðið í órøkt og verið óbrúkt. Tí fór kommunan undir at umvæla tvey av neystunum í fjør, og nú verður triðja neystið so dagført.

 

Næsta ár er ætlanin at rudda fram við neystunum, so sandurin kemur framaftur og økið í størri mun kann brúkast sum eitt hugnaligt øki summardagar. Harumframt er ætlanin, at umvæla gomlu brúnna.

 

##med4##