? Sitandi samgonga hevur ikki ætlanir um at fara undir privatiseringar av Føroya Banka, segði Karsten Hansen, lansstýrismaður í fíggjarmálum í svari uppá fyrispurning frá Jóannesi Eidesgaard.
Jóannes setti fyrispurningin í síni tíð, tá Føroya Banki kallaði inn til aðalfund, og í innkallingini stóð, sum punkt nummar seks: »Uppskot um, at nevndin fær heimild til innan endan av mars 2000 at lata bankan ognast upp til 10 pst. av partapeningi bankans fyri ein kurs, sum ikki kann víkja frá seinasta almannakunngjørda innara virðinum við meira enn 25 pst.«
Jóannes helt hetta verða løgið, tí eigaraviðurskiftini í bankanum eru soleiðis háttað at Fíggingargrunnurin eigur meiri enn 99 pst, og almenningurin eigur minni enn eitt pst. Hetta er tað virðið, sum stóð eftir tá bankin »fór av knóranum« so at siga.
Formaður Javnaðarfloksins tengdi hetta at teimum viðmerkingum, sum stóðu at lesa í ársfrágreiðingini hjá bankanum fyri 1997, har tosað var um møguligar broytingar í eigaraviðurskiftunum í Føroya Banka.
Men her var eftir øllum at døma eingin grund til ótta, tí tá fyrispurningurin var settur fram broytti leiðslan í bankanum innkallingina soleiðis, at ístaðin fyri at bankin kundi ogna sær 10 pst. kundi hann nú bert ogna sær upp til eitt pst, og tað er tað, sum liggur á privatum hondum í dag.
Ímóti privatisering
Tað er eingin loyna, at Javnaðarflokkurin klárt og greitt hevur boðað frá, at bankin eftir teirra meting framhaldandi eigur at vera á almennum hondum.
Føroya Landsstýri hevur sett stórar peningaupphæddir í bankan, tá á stóð, og flokkurin heldur, at tað ikki er rætt at fara undir privatiseringar av bankanum áðrenn hesir pengar eru komnir innaftur.
Landsstýrismaðurin samdur
Í svari sínum til Jóannes Eidesgaard gjørdi Karsten Hansen púra greitt, at tað ikki er hansara ætlan at privatisera Føroya Banka í verandi løtu.
? Samgongan hevur als ikki viðgjørt málið um Føroya Banki skal privatiserast ella ikki, og tí er hatta ikki nakað, sum er til viðgerðar.
Karsten Hansen vísti eisini á, at við tað, at myndugleikarnir settu so nógvan pening í bankaskipanina, er henda púra trygg ídag.
? Henda tryggleika eiga vit at varðveita heldur enn at fara at »jonglera« við trygdini í bankakervinum«.
Karsten Hansen legði afturat, at tað er Føroya fólk, sum eigur bankan, og tað verður verandi soleiðis eitt tíðarbil enn.
Jóannes Eidesgaard segði, at hann var stak fegin um svarið frá landsstýrismanninum.
? Vit eru púra samdir um, at bankin ikki skal privatiserast, og tað er gott at hava fingið váttan fyri hesum frá landsstýrismanninum, segði Jóannes Eidesgaard.