Null-hugsjónin 3

Í bilum, á motorsúkklum, á prutlum og á súkklum sita fólk. Og fólk eru eisini til gongu. Fólk gera feilir, og feilir kunnu vera orsøk til óhapp ella vanlukkur. Tað ber ikki til at fyribyrgja øllum óhapp. Hinvegin ber til at fyribyrgja, at ferðsluóhapp føra til vanlukkur, har fólk verða álvarsliga skadd ella lata lív.

Jón Kragesteen



Í grundini er tað hetta, sum Null-hugsjónin snýr seg um - at tað verður góðtikið, at óhapp henda, men ikki, at tey hava álvarsligar fólkaskaðar við sær. Skaðar, sum henda í ferðsluni, skulu verða lektir eftir nøkrum vikum, annars eru teir ov álvarsamir. Null-hugsjónin ber í sínum skjaldrarmerki, at tað eru tey veikastu - tey, sum eru mest útsett fyri at vera skadd - ið skulu vera avgerðandi fyri, hvussu ferðsluumhvørvið er háttað. Útfrá hesum skulu ferðmørkini verða sett - útfrá hesum skal vera gjørt av, hvussu vegir verða gjørdir og annars alt tað, sum neyðugt er, fyri at Null-hugsjónin kann verða rokkin. Har tað ikki ber til at skilja fólk til gongu og á súkklu burtur frá bilferðslu, t.d. í íbúðarøki ella í økjum, har fólk ganga til handils, má ferðin á bilunum verða sett niður.


Tað kann ikki verða undirstrikað nóg ofta, at tað, sum hevur mestan týdning fyri, hvussu avleiðingarnar av einum - kanska bara lítlum - mistakið kann taka seg út, er ferðin. Í Føroyum hava vit tvey alment galdandi ferðmørk, nevniliga 80 km/t uttanfyri bygt øki og 50 km/t í bygdum øki. Vanliga hugsanin millum fólk er, at 50 km/t er ikki nógv ferð. Og rætt er tað, at á góðum og breiðum vegi, har útsynið er gott og bilurin er stórur og nýggjur, kunnu 50 km/t tykjast at vera sniglaferð. Men 50 km/t eru ikki at spæla við. Situr tú í bili, ið rennur á við hesi ferð og lat okkum siga, at tú vigar 75 kg, skalt tú vita, at vektin hjá tær, orsakað av rørsluorkuni, sum ferðin á bilinum gevur, er økt 33 ferðir, og er nú næstan hálvt triðja tons. Her skal eisini verða nevnt, at tað kemur meira enn so fyri, at fólk sita við barni í fanginum og billa sær inn, at tey megna at halda barninum, um okkurt skuldi hent. Er talan um ársgamalt barn, sum vigar 10 kg, økist vektin hjá barninum við 50 km/t upp í 330 kg. Hevur tú henda veruleika í huga, er ikki løgið, at bilbeltini gera tann stóra munin, sum tey í veruleikanum gera.


Men tað er sjálvandi ikki bara inni í bilinum, at 50 km/t gera mun. Fyri at lýsa, hvussu stórur munurin er í millum at koyra við 30 km/t og 50 km/t, skal hetta dømi verða sett fram. "Ein bilførari koyrir við 30 km/t og sær eitt barn koma út á vegin 15 m frá sær - tað eru góðar 3 billongdir. Bilførarin megnar at steðga bilinum 1 m framman fyri barnið! Hevði hann harafturímóti koyrt við 50 km/t, hevði hann júst megnað at nema við bremsuna, tá ið hann koyrdi á barnið. Tað vil siga, at barnið hevði verið ákoyrt 50 km/t. Hetta er ógvuslig dømi, men hetta er veruleikin og royndir visa, at verða fólk ákoyrd við meira enn 30 km/t so er einki at gera, so liggja tey eftir á. Er ferðin minni enn 30 km/t, er møguleiki fyri at yvirliva og jú minni ferðin er minni álvarsligur verður skaðin.


Ein av aðaltáttunum í Null-hugsjónini er tí, at 30 kmt/ verður sett sum alment galdandi ferðmark í øllum økjum, har tað ikki ber til at skilja fólk til gongu og á súkklu burtur frá bilferðslu, t.d. sum áður nevnt í íbúðarøki ella í økjum, har fólk ganga til handils.