venjarastarvi? ? Nei, tað var eg ikki. Ert tú vónbrotin av, at tú ikki ert spurdur um tað? ? Bæði og. Tað snýr seg ikki um meg sum persón, men eg haldi tað vera ótrúligt, at tá tað ganga venjarar í hesum [...] við einum lítlum, og tað byrgir kanska upp undir hugin at fara aftur til heimlandið. Hevur tú verið nøgdur við at vera í Føroyum? ? Tað hava vit bæði. Vit hava havt tað sera gott her. Føroyingar eru eitt [...] fólkaslag, og her er gott at vera, men nú vilja vit heimaftur. Hevur tú nøkur venjaratilboð liggjandi nú tú fert heim til Jugoslavia? ? Nei, tað havi eg ikki. Men eg rokni ikki við, at tað verður tann stóri
fáa eina føroyska kúgv til vega. Hon er bert partvís føroysk, men er so lítil, at hon bert er 5 centimetrar hægri, enn neytini vóru frá Krisiti føðing og fram til víkingatíðina. Til sammetingar kann siga [...] møguleika at ala okkum partvís aftur á nakað upprunaligt, og tað hevði verið stórhending í heimshøpi, um tað eydnast at ala slíka kúgv fram aftur, tí tað eru so mong livandi søvn og skúlabygdir, har ein kann [...] fyrireikarunum, sigur, at tá frammi hevur verið, at hesun vevur varð nýttur í Føroyum upp til umleið ár 1800, so er tað ikki heilt rætt. Klíggjavevurin var nýttur langt upp í farnu øld og Fornminnissavnið fekk
at tað ikki er gott fyri okkurt. Men tað kemur eisini fyri, at tað má vendast á høvdi og brúkast hinvegin. Tá ljóðar tað soleiðis: Einki er so gott, at tað ikki eisini er ringt fyri okkurt. Og tað verður [...] bíðað til Tórsvøllur var komin so langt, at tað bar til at selja lýsingarplássini, men at tað serliga er tað, at teir hava valt júst fyritøkur, sum kappast við tær, sum lýsa á Tórsvølli, sum gera tað til [...] Tórsvølli. Og tað er, sum teim flestu kunnugt ikki serliga langt av Tórsvølli til B36-húsið - tað er næstan áfast! Ein provokatión Formaðurin í Grunninum Tórsvølli, sigur við Sosialin, at tað, sum B36 hevur
okkara. Men kortini er tað so skjótt at venda vón til líkasælu. At venda líkasælu til sjálvsøkni. Og sjálvsøkni til vónloysi. Tað lættasta í verðini er at siga, at onki ber til. Vit hava hetta seinasta [...] gloyma, hvat tað er sum drívur verkið. Tað er kærleikin til hetta landið og tað pláss, sum okkara forfedrar hava bygt. Ongin av hesum nógv nevndu ?cost-benefit? kanningunum kann siga okkum, at tað loysir seg [...] skatti og taka breyðið úr munni tykkara. Tað fer at byrgja tykkum inni og taka tykkara børn. Tað fer at taka sjúkrahús og skúlar. Tað má manast í jørðina. Tað má díkjast undir í ókvæmisorðum og rekast
verður norð til Eiðis um skarði til Funnings móti Funningsbotni. Haðani verður farið víðari út á Skálafjørðin til Leirvíkar gjøgnum tunnilin og so út á Toftir, runt Agnið og inn aftur til Runavíkar. Annar [...] í ár. Ivaleyst hevur tað eisini nakað at siga, at Sverri Mohr Edvinsson er Heimasandsmaður, og tað er at frøast um, hava fyrireikararnir havt tað í huganum, tá kappingin er løgd til rættis. Í fjør stóð [...] verða brúktar til endamáli. Til stuttleika kann nevnast, at tær ikki nýtist vera við í fronsku súkklukappingini fyri at hava dýra útgerð. Tann eini súkklarin hevur júst keypt nýggj hjól til sína súkklu,
liðið í fjør. Tað er rætt, men fótbóltur er eitt liðavrik, og tað skulu fleiri lutir vera sterkir fyri at gera eitt lið gott, og tað skulu fleiri lutir vera veikir fyri at eitt lið skal vikna. Tað var bara [...] HB skoraði og eina lítla løtu aftaná, at tað hoyrdist nakað til mongu áskoðararnar. Teir tykjast ikki heilt at hava funnið seg til rættis á Tórsvølli enn ? tað mugu vit vóna fer at koma ? men burtursæð [...] alt ov illa til sín rætt. Vinstra síða var so at siga blonk í álopspartinum. Tað kom bara tyngd í, tá Magni á Lakjuni, sum annars skuldi taka ímóti innleggunum, bjóðaði seg til í borðinum (tað hjálpti væl
gerandisarbeiði varð gjørt. Eitt sindur til nyttu, men mest til spæl. Eitt gott dømi er beint her norðanfyri. Her var ein magnet, sum ið hvussu er dró okkum smádreingir til sín, eins væl og tilkomnar menn. Her [...] arbeiði og amboðum til hetta virksemi. Hetta skuldi gerast, m.a. fyri at steðga útlendingum at draga av landinum tað seinasta sindrið av lutum, sum eftir vóru í landinum, og til tess at hava til skjals fyrimyndir [...] fór av bygdini til Havnar at ganga í skúla, grunaði eg ikki, at eg ongantíð fór at flyta vestur aftur at búgva. Í Havn, tað var eg ið hvussu er vísur í, har vildi eg ikki enda. Hevði tað ikki verið so,
fløgum selja eisini væl. Tað hava tær uppiborið. TÁ ÚRVALIÐ er so stórt sum tað nú er, er vandi fyri at fløgurnar drukna í mongdini, og tað eru tað eisini nógvar sum gera. Men um tað eru tær góðu útgávurnar [...] føroyski fløgukeyparin fer at seta treytir til tey, sum geva tónleik út. Tað er gott, at keyparin kann lata tey, sum ikki gera sær ómak, vita, at so ber ikki til at selja fløguna. LUKKUTÍÐ er fittur partur av [...] fløgukeyparar alt størri krøv til tann føroyskan tónleikin. Nú fara føroysku fløgurnar ikki av sær sjálvum um diskarnar, tí fløgukeyparin vil hava nakað gott heim við. Og tað er upp á tíðina, at føroyski
slíkar áheitanir. Tað er ikki altíð eydnan, og als ikki um viðkomandi ikki hevur gjørt sær greitt, hvat tað vil siga, at eitt heilt fremmant fólk kemur til Føroya, sum ikki kennir til mál og mentan, og [...] merki til, at harðskapurin er vorðin grovari. - Nøkur dømi eru av og á um grovan harðskap, har viðkomandi noyðist til lækna. Hesi, ið eru út fyri harðskapi, vilja helst ikki til lækna, uttan tað er alneyðugt [...] somu støðu og sum vísir til Kvinnuhúsið. Í dag eru kvinnur greiðar yvir, at tað er ein útvegur, sigur Elin Planck. Tað eru serliga kvinnur í aldrinum 30-50 ár, ið venda sær til Kvinnuhúsið, men eisini
út til at fegnast. Í sjónvarpinum hóskvøldið segði hann, at um nýggi útbjóðarin kann fáa Føroya Tele at blíva betri skjótari, so er nógv vunnið. Tað er gott at stjórin hevur hetta sjónarmið, tí tað er [...] út. Og fyri tað næsta hevur internetið givið nýggjar møguleikar í sjálvum blaðarbeiðnum. Tað ber til at flyta fílar ? myndir og greinar ? úr øllum herðashornum eftir lítlari løtu, og um tað so er í Sandvík [...] er júst tað sum kappingin skal brúkast til. Føroya Tele skal merkja, at onkur andar teir í nakkan, so føroysku brúkararnir framhaldandi fáa eina betri tænastu, og tað kann ongantíð ganga ov skjótt fram á