Fara runt Føroyar eftir ólavsøku

Súkkling: Beint eftir ólavsøku verður farið undir stóru súkklukappingina Statoil Kring Føroyar. Nógv fleiri súkklarar vera við í ár enn undanfarin ár, tí ikki færri enn 15 danskir súkklarar eru bodnir at vera við í kappingini

Sveinur Tróndarson


Fjórða árið á rað skipa Tórshavnar Súkklufelag og Statoil fyri súkklukappingini »Statoil Kring Føroyar«.

Eins og undanfarin ár, verður ferðast oyggj úr oyggj fyri at súkkla, og eins og í fjør, so verður í ár súkkla í Klaksvík, Eysturoynni, Sandoynni, Suðuroynni, og í Streymoynni.

Hóast kappingin á mangar mátar líkist teimum undanfarnu, so er kappingin í ár, tó munandi øðrvísi, serliga á einum øki.

Talið av súkklarum verður munandi størri í ár enn tað var í fjør, og tað vænta fyrireikararnir fer at síggjast aftur við eini enn meiri spennandi og javnari kapping.

Í gjár skipaðu fyrireikararnir fyri tíðindafundi, har farleiðin hjá súkklarunum varð almannakunngjørd.

Eins og tá stóra franska súkklukappingin »Tour de France« verður almannakunngjørd var heilt fitt gjørt burtur úr uppi í HB-húsinum, sum til dagin mest minti um ein »súkkluskúr« innan.

Einki ringt við tí minni enn so. So fingu óvitandi tíðindafólkini nevniliga høvið til at síggja tær vøkru og sera dýru súkklurnar, sum verða brúktar til endamáli.

Til stuttleika kann nevnast, at tær ikki nýtist vera við í fronsku súkklukappingini fyri at hava dýra útgerð. Tann eini súkklarin hevur júst keypt nýggj hjól til sína súkklu, og tey kostaðu so mikið sum 20 túsund krónur!!


Prologurin í Klaksvík

»Statoil Kring Føroyar« súkklukappingin verður í døgunum 4. - 8. august. Talan verður um fýra harðar dagar, sum kortini byrja eitt sindur »róliga«.

Fyrsti teinurin er ikki so langur. Talan er nevniliga um prologin, tann teinin, sum vit kunnu siga verður brúktur til at avgera hvør skal byrja í bláu troyggjuni.

Tó siga teir súkklukønu, at tað í prologinum sæst rættiliga greitt hvør tað verður, sum fer at klára seg væl restina av kappingini, og hvør fer at klára seg minni væl.

? Endar ein súkklari, sum vanliga klárar seg væl, langt afturi i prologinum, so er tað eitt gott tekin um, at formurin ikki er har hann eigur, sigur Jens Glerup, frá Tórshavnar Súkklufelag.


Eysturoyggin

tung at knógva

Er túrurin í Klaksvík stuttur og konsentreraður, so verður teinurin annan dagin ikki serliga mjúkur at strúka.

Talan er um ein túr upp á góðar 105 kilometrar og ávegis móti málinum verður farið upp um Eiðisskarð.

Tað verður eftir øllum at døma eisini á hesum teininum, at kappingin kann verða avgjørd.

Sum sagt eru fleiri danskir sukklarar við í hópinum hesaferð, og hóast teir ikki hava fjøll í Danmark, sum vit hava tey her, so eru nógvir danir sera sterkir nevniliga í fjøllunum.

Annar teinurin byrjar við Norðskála. Súkklað verður norð til Eiðis um skarði til Funnings móti Funningsbotni. Haðani verður farið víðari út á Skálafjørðin til Leirvíkar gjøgnum tunnilin og so út á Toftir, runt Agnið og inn aftur til Runavíkar.

Annar dagurin endar við einum rundtúri í Runavík áðrenn farið verður um mállinjuna, sum verður við Statoilstøðina í Saltangará.

Ein sera harður og langur teinur at koma ígjøgnum, og tað er uttan iva rætt, at tað verður her, at bestu súkklararnir fara at fáa sær fyrimun.


Einkultstartur

á Sandoynni

Eins og í fjør, verður einskultstarturin súkklaður á Sandoynni.

Fyrireikararnir vóru sera væl nøgdir við túrin á Sandoynni í fjør, og hava tí avgjørt at royna aftur í ár.

Ivaleyst hevur tað eisini nakað at siga, at Sverri Mohr Edvinsson er Heimasandsmaður, og tað er at frøast um, hava fyrireikararnir havt tað í huganum, tá kappingin er løgd til rættis.

Í fjør stóð kappingin á Sandoynni millum Boga og Rógva, og fyrireikararnir siga, at talan var um eina sera javna kapping. Teir báðir skiftust um at vera á odda, men tá avtornaði var úrslitið, at Rógvi Johansen vann triðja teinin, men munurin aftur til Boga var sera, sera lítil - bert fýra sekund!

Fyrireikararnir vóna, at fáa eina minst líka spennandi kapping í ár.


Av Drelnesi

til Sumbiar

Fjórða dagin verður súkklað í Suðuroynni.

Súkklast skal av Drelnesi til Sumbiar, og tá vit hugsa um, hvussu vegurin í Suðuroynni smýgur sær suðureftir, so er einki at dylja yvir, at tað eru nógvar og drúgvar brekkur.

Tað vil so aftur siga, at hóast hesin teinurin ikki er so øgiliga langur, so er hann kortini ógvuliga tungur at koma ígjøgnum.


Úr Tjørnuvík til Havnar

Fimti og seinasti teinurin verður súkklaður í Streymoynni. Byrjað verður norðuri ígjøgnum - í Tjørnuvík, og haðani verður farið til Kollafjarðar, víðari til Vestmanna og suðuraftur til Havnar.

Tá hópurin kemur til Havnar verður súkklað runt í miðbýnum tíggju ferðir. Hópurin skal súkklað oman í miðbýin, niðan eftir Niels Finsensgøtu, niðan í Gundadal og fram við Statoilstøðin og oman eftir R. C. Effersøesgøtu.

Sum sagt verður hesin teinurin súkklaður tíggju ferðir áðrenn farið verður um mállinjuna fyri seinastu ferð.

Málið verður eins og i fjør við Statoilstøðina í Gundadali