Røturnar eru ikki so at renna undan

? Men gott tað sama. Tær geva okkum kjølfestu í tíðarhavinum, og tær geva okkum førning at sigla egnan sjógv, segði Pauli Nielsen millum annað í røðu, sum varð hildin á fólkafundi í Løgmansgarðinum í Sandavági á Vestanstevnuni

Góðu bygdarfólk, oyggjarfólk, stevnugestir.


Tá ið eg fyri næstan 40 árum síðani fór av bygdini til Havnar at ganga í skúla, grunaði eg ikki, at eg ongantíð fór at flyta vestur aftur at búgva.

Í Havn, tað var eg ið hvussu er vísur í, har vildi eg ikki enda.

Hevði tað ikki verið so, at eg noyddist til Havnar, skuldi eg hava nakra útbúgving, so hevði eg ikki bjóðað mær sjálvum tann dóm, at vera noyddur at ganga og vála í Havnargøtum yrkadagar.

Soleiðis mundu flest øll kenna tað á bygd tá í tíðini, og eg fari helst ikki illa skeivur, tá ið eg haldi, at sama kensla er til enn hjá nógvum, sum búgva á bygd.

Havnin var tá umleið helmingin til støddar sum nú.

Tað merktist, tá ið nýggir ungdómar komu av bygd at ganga í skúla eftir summarfrítíðina, og vit sóust so væl aftur í býarmyndini, at ikki var sørt, at forvitnast varð eftir, hvaðan vit komu, og hvørjum fólki vit vóru av.

Ein dagin minnist eg, at nakrir av okkum nýkomnu bygdardreingjunum vóru komnir saman niðri í Vágsbotni. Har stóðu eisini nógvir gamlir havnarmenn.

Ein teirra var Rubek, eitt væl kent andlit í Havn, og væl kendur um alt landið.

Hann fekk til ?roysni? at royna at finna útav, hvaðan vit ungu nýkomnu vóru, og hvørjum fólki vit komu av.

Eg minnist ikki, hvat ið hann segði við hinar, men tað, ið hann segði, tá ið hann kom til mín, stendur ljóslivandi í minninum:

?Annaðhvørt ert tú av Svartáfólkinum í Saksun, ella av Garðsslagnum vesturi í Sandavági.?

So hugdi hann kannandi at mær eina ferð aftrat og helt fyri: ?Tað skuldi ikki undrað meg, um tað var bæði.?

Nærri bar illa til at koma.

Røturnar eru ikki so at renna undan. Tær eru væl gróðursettar í ættini og í umhvørvinum. Summar síggjast uttan á skræðuni og í dagligu medferðini, meðan aðrar eru meira loyndar, stinga djúpari og renna fram aftur m.a. løtur sum hesa.

Tað munnu vera mínar røtur hendavegin, sum eru atvoldin til, at eg havi fingið tann heiður, at standa her í Løgmansgarðinum í dag.

Minnini vella fram, sum nátúrligt er ein dag sum henda. M.a. minnini um mína fyrstu vágastevnu.

Kappróðurin var á Vatninum. Eg man hava verið 4 ára gamal. Vit fóru oman á Vatn uppi í lastini á einum lastbili, sum var komin í oynna undir krígnum. Sigga og Martina hjá Siggu-Jógvani høvdu meg í forsvar. Soleiðis minnist eg tað ið hvussu er.

Hvør ið vann kappróðurin, veit eg ikki. Eg hevði bara eyga fyri einum, og tað var Eivild.

Hon róði. Og hon var stjørnan hjá mær, tí hon hevði passað mammu upp, tá í eg varð føddur.

Hon giftist og setti búgv í bygdini, og hetta sambandið frá barnsbeini hevur hildið sær.

Tað kennist løgið og skeivt, havi eg ikki gloppað hurðini hjá henni, tá ið eg eri her vesturi, og børnini hjá mær hava fingið tað sama í seg.

Tað hevur týdning fyri okkum menniskju, at vit ikki gloyma, og at vit varðveita sambandið aftureftir.

Tað gevur okkum kjølfestu í tíðarhavinum, og tað gevur okkum førning at sigla okkara egna sjógv.

Stevnurnar eru eitt frálíkt høvi hjá ætt og kenningum at møtast, og at koma til kenslu og kunnleika um ættarfólk, og til at fáa nýggjar vinir.

Einaferð í gjárkvøldið kom ein ungur avbygdardrongur norður eftir vegnum. Har møtti hann einum manni, sum kundi verið pápi hansara.

Hin ungi segði seg vera á veg at keypa sær okkurt at eta.

Tá heldur hin eldri fyri: ?Far tú inn til systkinabarnið hjá abba tínum og fá tær ein bita. Hann býr beint har yviri?

Hin yngri bar seg undan, tí hann kendi tey ikki.

?So skal eg koma við tær,? svaraði hin eldri.?Tað fert tú ikki at angra.?



Sjálvandi er nógv broytt, síðan eg og mínir javnaldrar vuksu upp í Sandavági. Men nú sum tá munnu bygdirnar vera av bestu støðum hjá børnum at vaksa upp í.

Støddin ger, at tú fært rúmar ræsur, og at tú hevur nátúrligt samabnd bæði við børn og vaksin.

Og soleiðis minnist eg Sandavág.

Sjálvandi varð eisini happað tá, og sjálvur slapp eg heldur ikki undan, og sjálvandi vóru grenjut og smálig vaksin.

Men eg minnist fyrst av øllum eina bygd á tremur av barngóðum fólki, sum hvørt í sínum lagi hevur havt týdning fyri okkum, sum her eru vaksin upp.

Vit vóru uppi í tí, sum tey vaksnu gjørdi, og nógv av barnaspølunum avmyndaðu vaksnammanavirksemið skiftandi árstíðir.

Vit spældu at vera á fjalli. Seyðurin var horn.

Vit skutu harur, og harurnar vóru visnaðir eplaslokkur.

Vit riggaðu nótir til, bøttu og baksaðust, júst sum vit sóu menninar gera í nótatíðini.

Vit spældu vanlig barnaspøl bæði úti og inni. Og vit vóru uppií mest sum allastaðni, har ymiskt gerandisarbeiði varð gjørt. Eitt sindur til nyttu, men mest til spæl.

Eitt gott dømi er beint her norðanfyri. Her var ein magnet, sum ið hvussu er dró okkum smádreingir til sín, eins væl og tilkomnar menn.

Her smíðaðu teir bátar. Og mangir eru teir seymir, ið her eru klinkaðir, meðan vit smádreingir skiftust at halda fyri.

Her reyk altíð ramliga av nýhølvaðum viði.

Og roykurin frá barnaárunum er skjótt frammi í huganum, tá ið leitað verður aftir í tíðina.

Míni barnaár bera til mín eitt serstakt bland av slupproyki, saltfiski og torv- og koleldi, og handlum, sum ruku av kaneli og te og kaffi og onkuntíð av rotnandi súreplum.

Hetta var ein tíð, tá ið allar hendur um summarið stríddust við at breiða fisk at turka á fiskastykkjunum, sum gjørd vóru til endamálið, og eisini varð breitt langt út í fjørðuna.

Í minninum hoyri eg sieini fyri mær sirendur, ið ýldu fyri æli, so alt mátti hurrast innaftur til næstu terraløtu.

Seinni kom sildin og barkaðu sildagørnini og bøtingin tað mesta av vetrinum.

Barkpotturin stóð innanfyri ánna og reyk ramliga um alla bygdina, alt eftir ættini.

Kúgv var í so at siga hvørjum húsi, og tarvafjós uppi við Giljarætt, nakað omanfyri har elektriski vestanstevnutarvurin nú stendur, og tað mesta av tí, sum vit nú keypa okkum, varð tá gjørt í húsinum.



Meðan eg havi gingið og reiðrast við hesa røðu, rendi eg meg í eina bók, sum eg onkuntíð havi keypt í brúktbókabúð í Keypmannahavn. ?Udrangeret af det Kgl. Bibliotek? stendur stemplað fremst í henni.

Rithøvundurin Kenneth Williamson var bretskur hermaður í Føroyum í fýra ár undir krígnum, føddur á oynni Man. Bókin eitur ?The Atlantic Islands?, og er ein frálík kelda um Føroyar, føroysk viðurskifti, og ikki minst føroyska náttúru og fólkaminni.

Hann hevði eitt gott eyga fyri virðinum í tí gamla, sum var um at fara av tíðar tonn, og sum átti at verið varðveitt fyri eftirtíðina.

Ein partur av bókini er um kornvelting og myllur.

Kenneth Williamson minnir á, at eitt nú vatnmyllurnar í Sandavági hava sama søguvirði sum Dúvugarðar í Saksun, gomlu bóndahúsini úti í Koltri, og gamla hoyggjhúsið úti í Bø.

Hann harmast um, at myndugleikarnir ikki hava fingið eyga á hesa uppgávu sína at hjúkla um tað, sum enn stendur eftir við boðum frá farnari tíð.

Tað, at onkur mylla hýkur uppi enn, man mest komast av tí, at tær hava verið nýttar at goyma torv í, og soleiðis komið til nyttu. Men tær hava uppiborið eina betri lagnu, og Kenneth Williamson endar við at ynskja, at onkur stórtøkin borgari í bygdini bjargar teimum, meðan tíð er.

Tað skuldu ganga nógv ár, áðrenn so varð, men nú er undrið hent.

Nakað her norðanfyri og omanfyri hevur maður av einslistum sett eina av gomlu myllunum í stand, og eg skilji, at hann eisini hevur verið her í garðinum við síni hepnu hond.

Vita skulu tit, ið tílíkt fáa í lag, at tílíkar gerðir fara sum ein flógvur andi gjøgnum umhvørvið og geva okkum samband við tíðir, sum hava verið, og við lyndir í okkum sjálvum, sum okkum tørvar.

Hvat um vit fylgdu fyrimyndini, so sandavágsfólk, bæði í bygdini og av bygd, tóku seg saman og fingu allar gamlar grótgarðar uppaftur at standa?

Hvat høvdu vit ikki øll fingið burtur úr tí?

Kommunan kundi syrgt fyri eini góðari máltíð til okkum øll, tá ið abeiðið var liðugt. Síggja tit tað ikki fyri tykkum? Allan Sandavág til borðs á Valloyruni ein fagran summardag?

Júst sambandið aftureftir og væl útbúgvið fólk í tíðini eru barlastin og førningurin, sum vit hava við okkum at byggja hetta land.



Haldið mær til góðar, góðu áhoyrarar, at eg enn einaferð leiti aftur í tíðina.

Lurtið eftir hesum steinum, eftir málminum í tøgnini, eftir sjóðinum í svørðinum og tutlinum frá ánni. Tey hava verið her so at siga allar tíðir, og vita tí frá so nógvum at siga.

Her hava fólk í bygdini havt ein granna í mekt og mæti. Skiftandi løgmenn hava búleikað her í meira enn hálvtriðja hundrað ár. Summi væl í øgn við bygdarfólkið, aðrir í jøvnum stríði við summi, m.a. um útrakstur av neytum.

Her kom nógv fólk at hitta løgmann, ið var evsti dómari landsins, bæði landsins fólk og útlendingar. Stundum hevur leikað hart á, tí ikki allir gestir vóru friðargestir.

Her andar av søgu og gomlum treysti, og tað man vera hetta søgutreystið, sum givið hevur fólki í bygdini merg í leggin.

Ríkidømið, sum fall til bygdina, tá ið løgmansembætið varð niðurlagt, og Steiðagarður varð seldur, hevur sjálvandi eisini hjálpt til.

Her hevur verið ein sjálvbjargnisháborg sum fáa aðra staðni í landinum.

Hyggið bara í yvirlitið yvir atkvøðubýtið á fólkaatkvøðuni í 1946.

Tá var bygdin ein bjartur kyndil fyri alt landið og hugvekjandi hjá okkum í okkara tíð.

Vit kunnu vera errin av teimum, sum tá tóku støðu í bygdini.

?Vit duga nógv, og vit vilja meira,? hoyri eg steinarnar siga. Eg hoyri tað sjóðandi upp úr svørðinum, og eg síggi tað í eygunum á tykkum, sum her standa..

Størsta ábyrgdarloysi í okkara tíð er at billa okkum føroyingum, og børnum og ungdómi okkara inn, at tað er ábyrgdarleyst at billa okkum inn, at vit føroyingar eru førir fyri at taka ábyrgdina av okkum sjálvum.

Síðst í farnu øld stríddust Jóannes Patursson, Rasmus á Háskúlanum, Henrietta Høgnesen í Oyndarfirði, Sigrid Lútzen í Klaksvík, A.C.Evensen, prestur í Todnesi og. onnur við at fáa í lag eina ?goymslu?, sum ikki bara skuldi hýsa fornlutum, men eisini útstappaðum fuglum, fiski í spiritusi, stein- og grótsløgum, plantum, og ymiskum handans arbeiði og amboðum til hetta virksemi.

Hetta skuldi gerast, m.a. fyri at steðga útlendingum at draga av landinum tað seinasta sindrið av lutum, sum eftir vóru í landinum, og til tess at hava til skjals fyrimyndir fyri komandi føroyskari vinnu.

Nú lutirnir so líðandi eru á veg heim aftur, ið hvussu er teir, sum eru í almennum goymslum niðri, kundi verið hóskandi at enda hesa seinastu røðu á Vestanstevnu í hesi øldini við orðunum, sum A.C.Evensen endar grein sína ?Goymslan í Havn? við í tíðarritinum Búreisingi, júst komin inn í hesa øldina.

Hann skrivar:

Kunnleika og gagnliga upplýsing vil goymslan veita okkum, og tess meira á tess breiðari grund hon er bygd. Ein góð og prýðilig goymsla kann blíva ein góð ogn. Skulu vit læra Føroyingar at elska land okkara, so mugu vit gera landið vert at elska; tí bert tann, sum eftir lítlum førimuni roynir at gera landsins ognir ríkari, leggur sín stein til ta kærleiksgrund, vit skulu laða okkara lands komandi dagar uppá.

So gevi so Gud Harrin aftrat, at vit mugu læra at elska land og fólk av reinum kærleika?.

Takk fyri, tit sum vístu mær tann heiður, at bjóða mær at røða her í dag, og takk tit øll, sum so mannsterk eru komin higar at lýða á.