Í SÍÐSTU viku høvdu vit grein í blaðnum um, at nú seta føroyskir fløgukeyparar alt størri krøv til tann føroyskan tónleikin. Nú fara føroysku fløgurnar ikki av sær sjálvum um diskarnar, tí fløgukeyparin vil hava nakað gott heim við. Og tað er upp á tíðina, at føroyski fløgukeyparin fer at seta treytir til tey, sum geva tónleik út. Tað er gott, at keyparin kann lata tey, sum ikki gera sær ómak, vita, at so ber ikki til at selja fløguna.
LUKKUTÍÐ er fittur partur av tí føroyska tónleikinum góður og vælgjørdur. Fleiri av fløgunum, sum longu eru komnar í ár, bera brá av, at tónleikararnir hava gjørt sær veruligan ómak í upptøkuhølunum, og nakrar av hesum fløgum selja eisini væl. Tað hava tær uppiborið.
TÁ ÚRVALIÐ er so stórt sum tað nú er, er vandi fyri at fløgurnar drukna í mongdini, og tað eru tað eisini nógvar sum gera. Men um tað eru tær góðu útgávurnar sum yvirliva og standa eftir, so er komið langt ávegis. Lat bara tær vánaligu fløgurnar blíva burtur í mongdini, lat tær bara verða gloymdar. Tá tónleikarar hava so brennandi hug at geva tónleik út, so skulu keypararnir krevja, at tað er gott. Tað er einasti vegurin fram fyri føroyskan tónleik, sum má miðjað fram ímóti at fáa eitt altjóða navn tíðliga í næstu øld.