STJÓRIN í Føroya Tele, sum veruliga hevur roynt at menna okkara teleøkið, síðani hann slapp fram at har, segði seg verða glaðan fyri kapping, sjálvt um hann ikki sá út til at fegnast. Í sjónvarpinum hóskvøldið segði hann, at um nýggi útbjóðarin kann fáa Føroya Tele at blíva betri skjótari, so er nógv vunnið. Tað er gott at stjórin hevur hetta sjónarmið, tí tað er júst tað sum kappingin skal brúkast til. Føroya Tele skal merkja, at onkur andar teir í nakkan, so føroysku brúkararnir framhaldandi fáa eina betri tænastu, og tað kann ongantíð ganga ov skjótt fram á, tí nógv av okkara grannalondum eru so langt frammanfyri okkum, at vit bert kunnu droyma um at fylgja við ella fáa tey aftur.
INTERNETIÐ er vorðið eitt arbeiðstól, ein møguleiki sum fleiri og fleiri fyritøkur líta á. Møguleikarnir eru ótrúligir, og tað ber ikki til at lata verða við at hugtakast av tí stóra netinum. Samskiftið er vorðið nógv lættari, og eisini føroyingar menna tænastur á netinum.
FYRI BLAÐARBEIÐIÐ hevur internetið nógv at siga. Fyrst og fremst er møguleiki hjá útisetum og øðrum, sum hava áhuga fyri tí, at lesa bløðini dagin fyri tey koma út. Og fyri tað næsta hevur internetið givið nýggjar møguleikar í sjálvum blaðarbeiðnum. Tað ber til at flyta fílar ? myndir og greinar ? úr øllum herðashornum eftir lítlari løtu, og um tað so er í Sandvík ella á Gotlandi, okkara blaðfólk eru stødd, er tað ikki stórt øðrvísi enn at verða í sjálvum blaðhúsinum.
NEYÐUGT ER tí framyvir við støðugari tænastu á internetøkinum, og tað kann VITA verða við til at tryggja. VITA skal halda seg sjálvt og Føroya Tele á toppinum, so brúkararnir ? bæði privatir og vinnuligir ? kunnu rokna við internetinum hvønn dag, alla tíðina.









