Steingrímur Poulen úr Skopun og Hans J. Hansen úr Fuglafirði. Umframt tað fer Eyðun Andreassen at hugleiða og Kári Sverrison at framføra gomul skjaldur. Nýggja leikhúsið er í Tórsgøtu, og er ein partur av gamla [...] Møguleikar at venja og framføra longri tíð Fyrimunurin við at hava fast leikhús er, at Gríma nú hevur møguleika at leggja eina skrá fyri virksemið. Higartil hevur leikbólkurin verið húsvillur, og tað førdi [...] hevur við tað at siga søgur at gera. Føroyingar eru eisini sera áhugaðir í sjónleiki, og tí er tað av størsta týdningi, at vit fáa leikhús í høvuðsstaðnum. Fyri innbodnum Nýggja leikhúsið hevur ikki
ótolin av at bíða eftir at fáa føroyingar til samráðingarborðið. Danski fíggjarmálaráðharrin sigur við Sosialin, at Nyrup Rasmussen og Anfinn Kallsberg hava tosað saman, og at teir komu ásamt um, at Lykketoft [...] sigur Mogens Lykketoft, at hann møguliga hevur okkurt at bjóða, men at fundurin við Landsstýrið er um dagsskránna fyri samráðingarnar um bankamálið og uttanlandsskuldina, og at hann møguliga eisini hevur [...] grønlendska blokstuðulin, og nú vantar bert at áseta føroyska blokkin, sigur Mogens Lykketoft. Endamálið við ferð míni í Føroyum er sostatt at gera tað lættari og skjótari at avgreiða samráðingarnar,
Grækaris. Tað kann vera, at fólk hava upplivað eitthvørt, ella eru uppvaksin á onkrum fjarskotnum serligum stað fyri nógvum árum síðani, og fegin kundu hugsað sær at vitja aftur, sigur Grækaris at enda. [...] Í heyst fer Sjónvarp Føroya at gera nakrar sendingar um serligar hendingar ella tilburðir, ið ymisk fólk hava verið fyri. Ein av sendingunum fer at vera um vanlukkuna, tá Stella Argus gekk burtur. ? Men [...] øll sum vera man at hann var deyður. Í Kanada hevði hann ein minkafarm og hevði m. a. livað millum indiánarar sum fátækur maður. Tá Grækaris og Jógvan Eli fara at fylgja slóðini hjá hesum hvalvíkingi, so
leygarkvøldið og sunnukvøldið eru tað kórleiðararnir í Ebenezer: Jens Chr. Guttesen og Ólavur Jøkladal, ið fara at stjórna kórinum. Umframt kórsang verða bólkar sum dupultkvarttettin og Trippeltrio, ið [...] ið eru knýtt at Ebebezer. Eisini verður solo- og duettsangur á skránni. Stórur dentur verður eisini lagdur á felagssangin. Kórið hevur í ár verið ymsastaðni í landinum og sungið, men nú verður so endiliga [...] endiliga høvi hjá sanghugaðum havnarfólki, burturav, at hoyra kórið, iðhevur 61 ár á baki í ár.
okkara tíðarrokning, vita vit, at Bantufólkið flytir og setir seg niður í landsynnings-Afrika. Hesi fólkini eru akurbrúkarar og duga at framleiða amboð at rudda jørð við. Tað vit í dag kenna til søgu teirra [...] sjálvan til forseta fyri lívstíð í Malawi. Og hóast mannarættindarfelagsskapir og stjórnirnar í øðrum londum gera alt fyri at boykotta landið, verður tað um tað lagið, at Banda situr fyri lívið. Alt, sum stendur [...] Afrika eitt fyri og annað eftir fingu demokrati. Tað tóktist mangastaðni har suðuri, sum tað stóð líkasum ein slík virðing um biskupparnar, at teir vóru teir einastu, sum tordu at tala at, tá politiska stýrið
fyri í løtuni við Hans Fróða Hansen og Hans á Lag, so tað er helst ikki tað, sum gevur HB-venjaranum størsta høvuðbrýggið. GÍ-venjarin Johan Nielsen hevur hinvegin nógv at hugsa um áðrenn uppgerðina móti felagnum [...] tann meira kenda TB-aran Trónd Nolsøe. Og Óli Johannesen kann eisini verða fluttur fram í álopið, har hann ikki er vanur at spæla, men væl kann brúkast. Ætla at spæla á grasvøllinum B68 tekur í morgin [...] stórtap móti HB seinasta vikuskifti, og nú skulu teir so royna at reisa seg í torførum útidysti. Tað verður uttan Gert Langgaard, sum breyt armin, seinast NSÍ spældi móti KÍ, og sum má bíða eina ella tvær vikur
góðveðrinum eina ábending um, at HB ikki verður lætt at syfta í ár. Hinvegin var so lítið um B36 í seinna hálvleiki, at HB-ararnir skjótt sóu, at her var einki at vera bangin fyri, og í veruleikanum skulu fø [...] reiðar at koma á vøllin, tá Andrew av Fløtum við einum frálíkum skoti úr spískum vinkli í vinstru síðu legði HB á odda. Tað er gott at koma á odda 1-0 beint áðrenn hálvleik, men tað er enn betri at gera [...] grannunum, og tað var bert óhepni, sum gjørdi, at einki mál kom í fyrra hálvleiki. Í seinna hálvleiki gingu bert tveir minuttir, áðrenn HB fekk sítt fyrsta mál, og so var hepnið hjá B36 uppbrúkt. Og hesaferð
enn hálvur, og tað sigur nakað um trupulleikarnar, sum GÍ hevur við at manna álopið, at teir høvdu hann við. Í 2. hálvleiki var ungi Súni Olsen einsamallur í álopinum, og tað tykist ikki at vera mest upplagda [...] lofti tríggjar ferðir, og tað var akkurát, sum tað skuldi vera. Møguleikar fyri meira Í fótbólti eru tað málini, sum telja, og klaksvíkingar kunnu bara takka sær sjálvum fyri, at teir ikki hava eina størri [...] heimavølli fyri at røkka steypafinaluni, og tað ljóðar ikki ómøguligt. Spurningurin er meiri, hvussu teir skulu gera tað. Í 2. hálvleiki høvdu teir ongan typiskan álopsspælara á vøllinum, og tá er tað torført
hevði valt, at lata landsliðsspælaran Bjarne Goldbæk byrja á vøllinum, hóast hann hevur verið skaddur seinastu tíðina. Tað vísti seg ikki at verða skilagott, og tað hevði eisini við sær, at í hálvleikinum [...] hjá FCK, eru róligir menn, og teir eru varisligir, tá teir úttala seg til pressuna. ? Tað er sjáldan at tað eru so nógvir nærdystir í eini steypafinalu, sum tað var í dag. Men tað var eisini pláss fyri góðum [...] løtunum enn vit vóru, og tí vunnu teir. Teir njóta gott av, at teir hava vunnið nógvar dystir her í vár, og tí er sjálvsálitið í topp, segði Kent Karlsson. ? Vit komu sera illa frá byrjan, og fyrsta málið oyðilegði
hann hitaði upp tað mesta av seinna hálvleiki, slapp hann ikki á vøllin. Og tað mundi verða ein staðfesting av, at FCK-venjarin helt, at Todi og Thorninger gjørdu sítt arbeiðið nóg gott, sjálvt um teir [...] nakar FCK-spælari forða Brøndby í at vinna greipuna, mátti tað verða føroyski álopsspælarin. Tað klári Todi tó ikki, men hann var eyðsýndur í finaludystinum, og hann taldist millum teir bestu spælararnar [...] allatíðina, og var tann FCK-spælarin, sum hevði flestu royndirnar á Brøndby-málið. ? Vit spæla væl, men eg haldi framvegis, at tað er ov nógv smáspæl. Vit koma ov sjáldan til baklinjuna, og tað mangla bóltar