Tað er stórhending í føroyskari leiklistasøgu, at eitt yrkisleikhús nú er stovnað.
Elsa Jóhanna Høgenni, leiðari í Leikarafelagnum, sigur við Sosialin, at sjónleikur er elsti partur av mentanini, sum hevur við tað at siga søgur at gera.
Føroyingar eru eisini sera áhugaðir í sjónleiki, og tí er tað av størsta týdningi, at vit fáa leikhús í høvuðsstaðnum.
Fyri innbodnum
Nýggja leikhúsið hevur ikki fingið navn, men tað verður tikið í nýtslu í kvøld kl. 20.
Tá verður skipað fyri einum frásagnarkvøldi fyri innbodnum gestum, ið kom úr ymsum plássum, og sum fara at siga frá søgum. Luttakarar verða Pauli Olsen á Sandi, Jukim Olsen úr Svínoy, Hjørleif Enni av Tvøroyti, Sverri Djurhuus úr Kollafirði, Hans David Matras av Kirkju, Wilhelmina Larsen úr Dali, Steingrímur Poulen úr Skopun og Hans J. Hansen úr Fuglafirði.
Umframt tað fer Eyðun Andreassen at hugleiða og Kári Sverrison at framføra gomul skjaldur.
Nýggja leikhúsið er í Tórsgøtu, og er ein partur av gamla meiaríinum. M.a. er stórur salur innrættaður til framførslur, har eisini 100 - 150 fáa innivist.
Hetta er nútíðar salur, ið bert er eitt rúm, sum kann byggjast upp eftir tí, sum tørvur er á at framføra.
Eitt nú er eingin fastur pallur, sum ger, at leikstjórar skulu taka við í umhugsanini, tá leikur skal setast upp. Tí er tað bert hugflogið kann seta mark fyri, hvussu salurin kann brúkast.
Møguleikar at venja og framføra longri tíð
Fyrimunurin við at hava fast leikhús er, at Gríma nú hevur møguleika at leggja eina skrá fyri virksemið. Higartil hevur leikbólkurin verið húsvillur, og tað førdi við sær, at leikararnir bert fingu lítla tíð at venja í, og bert ásetta tíð til framførslurnar.
Nú fáa vit góðar umstøður at venja, og kunnu framføra sjónleikir yvir longri tíðarskeið, eins og vit bert spæla tey kvøld í viku, sum áskoðarar hava hug at fara til sjónleik, sigur leiðarin hjá Leikarafelagnum.
Tað hevur longu havt sína ávirkan. Leikarafelagið ella Gríma hevur skrásett hetta árið, eins og ætlaninar fyri komandi ár eru lagdar.
Leikarafelgið hevur fingið 800.000 krónur at arbeiða við, og í Grímu eru seks yrkislærdir sjónleikarar.
Leiðarin í Leikarafelagnum sigur, at tá tað frættist í grannalondunum, at vit høvdu fingið yrkisleikhús í Havn, komu óteljandi fyrispurningar frá áhuganum í Norðurlondum at sleppa til Føroya at framføra.
Eitt úrslit av hesum er, at Marcos Martinés, leikstjórin sum setti »Húsið hjá Albu« upp í Norðurlandahúsinum fyri umleið tveimum árum síðan, kemur til Føroya 4. juni at framføra leikin »Heilag Jørð«, sum er um sorgarleikin og søguna hjá indianarunum í USA.
Barnaleikir og nútímans leikir
Á ólavsøku verður Gríma til reiðar ar framføra nýggjan barnaleik, sum bólkurin sjálvur hevur skrivað.
Harnæst er ætlanin á vári 1999 at framføra sjónleik eftir Rakul Helmsdal, rithøvunda. Gríma vil helst leggja seg eftir at fáa nútíðar leikir framførdar, og metir, at júst tað at lýsa nútíðar viðurskifti, er ein tørvur í føroysku leiklistini. Umframt hesar, verður enn ein barnaleikur á skránni hjá Grímu, eins og ætlanin er at framføra ein sjónleik eftir Bertram Brecht næsta ár.









