Á sangfundum leygarkvøldið og sunnukvøldið eru tað kórleiðararnir í Ebenezer: Jens Chr. Guttesen og Ólavur Jøkladal, ið fara at stjórna kórinum.
Umframt kórsang verða bólkar sum dupultkvarttettin og Trippeltrio, ið eru knýtt at Ebebezer. Eisini verður solo- og duettsangur á skránni. Stórur dentur verður eisini lagdur á felagssangin. Kórið hevur í ár verið ymsastaðni í landinum og sungið, men nú verður so endiliga høvi hjá sanghugaðum havnarfólki, burturav, at hoyra kórið, iðhevur 61 ár á baki í ár.









