annars hevur løgreglan eisini verið eina rundferð og hevur tikið nummarpláturnar av 10 bilum í nátt. Her er talan um bilar, har eigarin skyldar vegskatt, trygging, ella ikki er møttur til sýn við bilinum [...] Tað hevur verið stak friðarligt hetta vikuskiftið. Tað sigur løgreglan, nú vikuskiftið fer at halla. Tvær ferðir hava fólk fingið bót fyri at at bróta politiviðtøkurnar, tí teir vóru ólátaðir. Men annars
Narkoløgreglan hevur í dag gjørt húsarannsókn í Klaksvík, har teir hava lagt hald á eitt stórt tal av hampplantum. Mikkjal Thomasen, leiðari av narkoløgregluni, sigur við Rás2, at talan er um eina óvanliga stóra [...] stóra plantagu. Upplýsingar, sum Rás2 hevur fingið fatur á, siga, at talan er millum 70 og 80 plantur. Narkoløgreglan hevur í hesum sambandi handtikið ein mann, sum nú verður avhoyrdur.
Skipara- og Navigatørfelagnum hevur Sosialurin valt at útseta lutakastið í kappingini um eina ferð til dystin millum FCK og Brøndby. Verkfallið hevur havt við sær, at posturin hevur verið nógv seinkaður. Tí [...] kappingina komin blaðnum í hendi ov seint. Hetta verður tikið eftirtektar. Ætlanin var, at vinnarin skuldi kunngerast í blaðnum 27. apríl, men hetta verður ístaðin kunngjørt í hósdagsblaðnum.
ið ikki hevur verið tøk hjá almenninginum er: "Tú lítli staður Bethlehem", ið Dupultkvartettin í Ebenezer og Ingálvur av Reyni sungu inn í 1981. Talan hevur verið um eina upptøku, ið bert hevur verið tøk [...] tøk í útvarpshøpi. Tøkningurin hjá Evangelisku Røddini, Jógvan Hammer tók jólasálmin upp á sinni. Ígjár, jólaaftan gjørdist upptøkan tøk á Youtube, og kann hoyrast her: ##med2##
Mentanarbólkurin í Hvalba fer nú í søguna og í hesum sambandi hevur sambýlið í Hvalba fingið eina góða gávu frá bólkinum. Bólkurin varð stovnaður í 2002 og hevur síðani skipað fyri fleiri væleydnaðum og [...] Seinni fær sambýlið eina gávu afturat frá bólkinum. Jannie í Lágabø, økisleiðari í Suðuroy, takkaði fyri gávu. Hon helt, at tað var fløvandi so góðan stuðul, Sambýlið fær frá fólkinum í sóknini. [...] góðar. Í hesum sambandi var hugnaløta í Sambýlinum leygardagin, har Norðleif við Krógv og Niels Olaf Eyvindsson, ið hava myndað bólkin alla tíðina, handaðu sambýlinum ein stóran flatskíggja og eina spælistøð
Højgaard, fotografur, hevur eina framsýning við málningum, grafikki og foto við Áarvegin. Í hesum døgum hevur Anna Kathrina Højgaard fotografur eina framsýning við listaverkum, sum hon hevur greitt úr hondum [...] ymiskar plakatir, sum hon eisini hevur gjørt. Anna Kathrina er útbúgvin fotografur, men dugir meira enn at taka myndir. Í listarligum høpi er hon ikki ókend í Føroyum. Hon hevur havt fleiri framsýningar, bæði
Ivi hevur í eina tíð verið um, hvørt Erik Hamrén fór at halda fram sum venjari hjá AaB. Hann hevur fingið fleiri tilboð frá feløgunum heima í Svøríki, og hann hevur ikki vilja sagt avgjørdur, hvat hann [...] til endan av 2008. Ítróttarstjórin í AaB, Lynge Jacobsen, fegnast um, at tað hevur eydnast felagnum at leingja sáttmála við Hamrén. AaB hevur eina spennandi framtíð. Vit hava nógvar evnaríkar splæarar [...] hann ætlaði sær, tá ið sáttmálin gekk út í ár. Nú er avgerðin tikin, og Erik Hamrén hevur longt sáttmála við AaB við trimum árum, so at hann stendur á odda fyri liðnum hjá Jón Róa Jacobsen og Súna Olsen til
fingu í morgun eina innkalling til løgtingsfund mánadagin. Á skránni stendur ein framløga um eina lógarbroyting í sonevndnu grindalógini. Í fundarinnkallingini framgongur, at tað er løgmaður, ið hevur biðið [...] 59, stk 2 í lógini um tingskipan Løgtingsins, sigur, at løgtingsformaðurin hevur skyldu at boða til fundar, um løgmaður skrivliga biður um ein løgtingsfund. Enn er ógreitt, hví løgmaður hevur biðið um fundin [...] grindalógin verður løgd fyri løgtingið. Sum skilst er orsøkin hesaferð, at nýggja grindalógin iki hevur ásett løgregluni greiðar heimildir at leggja hald á útgerð hjá teimum, ið royna at órógva grindadráp
Jákup á Borg, má nú fáa sær eina nýggja tatovering. Hann hevur nevniliga tatoverað eina stjørnu á armin fyri hvørja ferð hann hevur vunnið føroyameistaraheitið. 9-talið hevur verið trúðfasti fylgisveinur [...] fótbóltsleiðina í føroyskum fótbólti, og tað er eisini eitt 9-tal, ið er tatoverað á høgra arm prýtt við stjørnunum, ið staðfesta, hvussu ofta hann hevur verið føroyameistari í fótbólti. Í gjár var tað sættu [...] eru 1997, 2001, 2004, 2006, 2011 og 2014. Fýra eru vunnin við barndómsfelagnum B36, meðan hini bæði – í 2004 og 2006 – eru vunnin við HB.
vanlukkan í Svínagjógv nærhendis Saksun í gjár, har ein útlendingar lat lív, hevur blást nýtt lív í kjakið, um ferðavinnuna í Føroyum og hvørs tað er nóg trygt hjá ferðafólkum at ferðast einsamøll í føroysku [...] teirra, ið hevur sagt sína hugsan er Guðrið Højgaard, stjóri á Visit Faroe Islands, ið heldur lítið um, at vanlukkan verður brúkt í kritikkinum av ferðavinnuni. Tað ger hon í einum aftursvari til eina dagføring [...] ørindir í gjónni, við loyvi frá bóndanum, skrivar Guðrið Højgaard í viðmerkingini á Facebook, og leggur afturat. - Lat okkum halda okkum til fakta. Enn hevur einki “vanligt” ferðafólk latið lív í Føroyum