Grindalógin aftur á ting mánadagin

Løgtingsmenn eru innkallaðir til løgtingsfund mánadagin, fyri at viðgera grindalógina.

Løgtingsmenn fingu í morgun eina innkalling til løgtingsfund mánadagin. Á skránni stendur ein framløga um eina lógarbroyting í sonevndnu grindalógini.

 

Í fundarinnkallingini framgongur, at tað er løgmaður, ið hevur biðið um hendan tingfundin. Grein 59, stk 2 í lógini um tingskipan Løgtingsins, sigur, at løgtingsformaðurin hevur skyldu at boða til fundar, um løgmaður skrivliga biður um ein løgtingsfund.

 

Enn er ógreitt, hví løgmaður hevur biðið um fundin, tí grindalógin verður umsitin av fiskimálaráðnum og ikki løgmansskrivstovuni.

 

Hetta er triðju ferð, at grindalógin verður løgd fyri løgtingið. Sum skilst er orsøkin hesaferð, at nýggja grindalógin iki hevur ásett løgregluni greiðar heimildir at leggja hald á útgerð hjá teimum, ið royna at órógva grindadráp.